Atlantic er klárt til kappingina

Magni Arge sigur, at tey alla tíðina hava rokna við at fáa kapping. Men hann leggur samstundis dent á, at tey ikki uttan víðari ætla sær at lata 30% av marknaðinum

Flogferðsla

1. november í 2004 gavst Maersk á Føroya-rutuni. Síðani tá hevur Atlantic Airways verið mest sum einsamalt um flutningin, tó at DAT kring seinasta ársskifti eisini var ein aktørur á marknaðinum.
Tann støðan verður tó broytt um góðar tríggjar mánaðir, tá FaroeJet fer í holt við sína flúgving. Tað er ein nýggjur veruleiki, sum Atlantic Airways má fyrihalda seg til, men hetta tykist tó ikki vera nakað, sum nervar stjóran í felagnum.
- Fyrst og fremst, so vil eg siga, at tað at vera í kapping ikki er nakað nýtt fyri okkum. Tað er jú bara hetta seinasta árið, at kappingin ikki hevur verið tann stóra. Annars hava vit øllum árini verið í kapping við aðrar veitarar.
- Og eg haldi eisini, at vit hetta seinasta árið hava agerað, sum vóru vit í kapping. Hetta sæst millum annað í øktum túratali og nýggjum príssetinginum, so alt í alt kenna vit okkum vera sera væl brynjað til kappingina, sigur Magni Arge.

Hevði ikki valt Kastrup
Eitt, sum stjórin á Atlantsflogi ferð eftir ferð hevur ført fram, er, at ein av avgerandi fyrimununum hjá felagnum altíð hevur verið, at støðin hevur verið í Vágum.
Hetta hava tey tó ikki valt hjá FaroeJet, og tó at Magni Arge ikki vil gera ov nógvar viðmerkingar til tað, sum kappingarneytarnir gera, so sær hann bæði fyrimunir og vansar í hesum.
- Hjá okkum hevur hetta alla tíðina verið ein av avgerandi fortreytunum. Bæði tí regulariteturin verður størri, og tí vit hava mett tað sum ein fyrimun, at felagið verður ment við einum grundstøði í Føroyum. Men fyri tað kann tað væl vera, at vágskálin hjá FaroeJet er øðrvísi í so máta. Millum annað tí teir við hesum fáa betri møguleika at chartra flogfarið til aðrar, tá tøkir tímar kortini eru.

Geva ikki nakran marknaðarpart
Aðra staðni á síðuni staðfestir nevndarformaðurin í nýggja felagnum, at fortreytin fyri rakstrinum er ein marknaðarpartur, sum ætlandi skal verða 30%.
Stjórin í Atlantic Airways vil sum so ikki úttala seg um, hvussu hann sær møguleikarnar fyri hesum. Men hann leggur dent á, at hetta ikki verður uttan kapping.
- Vit kunnu ikki annað enn bjóða nýggja felagnum væl komið á marknaðin. Men teir skulu samstundis vera greiðir um, at vit ikki ætla at geva teimum ein triðing av marknaðinum uttan víðari. Heldur verandi vøkstur fram, so er sjálvandi ein møguleiki fyri, at teir kunnu taka part av vøkstrinum, men vit ætla okkum at ahlda fast um okkara part, staðfestir hann.
Vil tað siga, at brúkarin kemur at merkja kappingina í betri tilboðum og lægri prísum?
- Í seinasta enda vil slík kapping altíð koma brúkaranum til góðar. Nú eru sjálvandi nakrir mánaðir, áðrenn vit síggja teirra tilboð, so enn vita vit ikki, hvørji kappingarparametrini verða. Men sum sagt, so ætla vit okkum at geva nakað frá okkum uttan víðari, staðfestir Magni Arge at enda.