Vit eru sanniliga ikki komnir til Føroya fyri at stuttleika okkum, vit eru komnir fyri at vinna, segði ein av skotsku áskoðarunum, sum týðiliga hevði pegil í knokk, og sá út til at stuttleika sær út yvir tað vanliga There was a soldier, a scottish soldier..
Sangirnir rungaðu ikki beinleiðis í Havnargøtum frá morgunstundini, men longu langt áðrenn nøkur barr var opin, var lagið á kiltklæddu skotunum av tí besta.
Tinghúsvøllurin var væl og virðiliga goymdur undir einum risaflaggi, hvørs motiv var slagið við Falkirk umleið 1746, tá skotar, hóast nógv færri í tali, vunnu søguligan sigur á onglendingum.
- Tað er undarligt, men vit sleppa ikki at hava hetta flaggið við inn á Hamden Park (stadion?ið hjá Queens Park og eisini tjóðarstadion skota ? red), men tað er eingin trupulleiki at fáa tað inn á onnur stadion, hvørki í Ukraina ella Litava, segði ein av skotsku áskoðarunum.
Teir vóru eitt sindur ovfarnir av føroyska úrslitinum móti Italia, men hóast tað voldi til eitt sindur av iva hjá summum, so vóru aðrir ivaleysir í sínum metingum.
- Vit eru so sanniliga ikki komnir til Føroya at stuttleika okkum. Vit eru komnir fyri at vinna, og tað gera vit eisini. 2-0!, segði ein av kátu áskoðarunum, meðan hann hálvdi meginpartin av einari McEwans niður gjøgnum hálsvølan.
Hvat býr undir?
Meðan vit standa á Vaglinum, koma einir tveir bussar fullir av skotskum áskoðarum og steðga uttan fyri Hotel Hafnia ? ella so nær teir nú einaferð sluppu fyri parkeraðu bilunum.
Myndamaðurin helt, at tað kundi verið stuttligt at fingið eina mynd av hesum morgunfrísku skotunum, so tað syrgdi hann fyri. Men tað var synd at siga, at teir vóru beinleiðis morgunfrískir, tí tað var lítið meir enn tað fekst eitt orð burtur úr teimum. Vit skiltu tó, at teir vóru farnir umborð á flogfarið klokkan seks í morgun, og tí var kanska skilligt, at teir ikki rættiliga vóru komnir fyri seg enn, nú klokkan var um níggju.
Men vit skiltu, at eisini teir roknaðu við einum 2-0 sigri til skotar.
Tú lærir hvønn dag. Á veg oman aftur á Sosialin sóu vit ein skota, sum mestur mundi treingja til ein lítlan blund. Hann hevði í hvussu er lagt seg skerflatan á ein bonk uttanfyri býráðshúsini, og frá einari kvinnu, sum sat á bonkinum longri niðri fingu vit at vita, at tað sanniliga passar, tá tað verður sagt, at skotar einki hava innan undir kiltinum.
- Nei, har hekk alt uttanborða ta einu løtuna, visti hon at siga.
Beint áðrenn vit skuldi inn á blaðið aftur, komu vit á tal við nakrar skotar, sum sótu við hvør sínum verði frá Føroya Bjór. Teir høvdu keypt ein kassa av pissøli og gramdu seg um, at hetta ølið nyttaði einki. Fíggjarleiðarin á Sosialinum forbarmaði seg yvir teir, og læt teimum ein beriposa av »ordiligum« øli. Tá gjørdist lagið betri.
Allastaðni hugnaðu fólk sær, og tað verður spennandi at síggja, hvussu stemningurin verður til sjálvan dystin og aftaná. Uttan mun til úrslitið.