fyrstu ferð varð spældur í jólakalendaranum NiviNaja hjá Kringvarpinum í desembur í fjør. Øll munnu vit nú vita, hvussu tað er at kenna seg einsamallast í Føroyum, takka verið sanginum Myrkablátt hjá Gretu [...] Rógvi hevur skrivað tekstin, meðan Greta Svabo Bech hevur gjørt lagið. Hinir tilnenvndu sangirnir vóru Back against the Wall hjá Hogni, Oyðin hjá Ave , Raindrops hjá Dánjali á Neystabø og Tú hevur tær [...] saman við Eivør og varð tí ikki til staðar at taka ímóti heiðurslønini. Hinar tilnevndu útgávurnar vóru Ave hjá Ave, Leipzig hjá Orku, The Color of Dark hjá Eivør og Ginman og Time hjá Dánjal i á Neystabø
síðani byrjan. Sosialurin var tað triða blaðið av teimum, sum vit kendu úr farnu øld. Undan Sosialinum komu Dimmalætting og Tingakrossur. Tey vóru tá málgøgn hjá ávikavist Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum [...] seinni Fólkaflokkinum og 14. September sum málgagn hjá Tjóðveldisflokkinum. Størsta partin av farnu øld vóru bløðini politisk málgøgn. Dimmalætting og Sosialurin sleptu politiska tilknýtinum, meðan hini bløðini
hesaferð vóru børn og ung í tilsamans fimm bólkum, sum komu úr Sands skúla, skúlanum á Argjahamri, skúlanum við Løkin í Runavík og Venjingarskúlanum í Havn. Tey kappaðust í fýra geinum, sum vóru legorobottar [...] europameistaraheitið í robott-tøkni. – Føroysku liðini hava klárað seg framúr væl í altjóða kappingini. Vit hava verið við í toppinum, bæði í Norðurlondum og Europa, sigur Jan Mortensen frá Føroya Tele, sum
framvið Haldórsvík, og børnini vóru sjálvandi ógvuliga spent at síggja bygdina, sum tey høvdu hoyrt so nógv um, sigur Bent í lesarabrævi. - Vónbrotið varð stórt, tá ið vit fingu eyga á Pállstovu. Húsini [...] Húsini stóðu sum ein skirvislig og fátækslig kroysa. Hurðarnar stóðu á víðan vegg, vindeyguni vóru brotin og øki kring húsini sá út sum eitt grótbrot, sigur Bent. Hann stendur spyrjandi, at býráðsmyndugleikarnir
fríggjadagin 20. mars. Søgnin sigur, at tá sólarmyrking var í Føroyum í 1612 vóru fýra brøður úr Sumba á fjalli. Teir vóru tiltiknir at klandrast, men burturi í haga í bølamyrkri á tí sum skuldi verið [...] at yvirlivdu teir, so skuldu teir ikki klandrast aftur. Eitt lyfti teir hildu til sín deyðadag. Nú vit skriva 2015, veit allur heimurin av sólarmyrkingini og eingin verður tikin á bóli av henni, ístaðin
kundi tó ynskt, at tað vóru fleiri um boðið. - Tað hevði sjálvandi verið meira hugaligt um aðrir enn teir, sum frammanundan hava kvotu í Barentshavinum, høvdu bjóðað, men hetta mugu vit so meta um seinni, [...] Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er væl nøgdur nú tvær uppboðssølur hava verið. - Tað vóru fleiri sum bjóðaðu nú hon var afturlatin, men enn er tað fyrst og fremst tey, sum frammanundan eru
Eins og vit skrivaðu fyrr í dag, vóru góð útlit fyri, at føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, seinni í kvøld fór at skifta til norska felagið Brann. Flytingargluggin í norskum fótbólti [...] av føroyska leikaranum. Í kvøld er so alt endaliga komið uppá pláss millum partarnar. Tá feløgini vóru liðug at samráðast tíðliga seinnapartin, fór Gilli Rólantsson Sørensen í flogfari yvir til Noregs
sá út í 1996, hvussu nógv skip vóru og hvussu effektiv tey vóru. Nú eru 18 ár liðin og flotin er nógv broyttur. - Tá man er komin til tað punktið, at man mælir til at vit skulu niður á eitt so lágt dagatal
børnini í fyrsta flokki kring landið, fáa nú hvør sín súkkluhjálm frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd Í morgun vóru tað børnini í 1. flokki í Kommunuskúlanum í Havn, sum fingu hjálmar, samstundis sum eitt fólk frá [...] Ferðslutrygd greiddi teimum frá um hjálmarnar, og hví tað hevur so stóran týdning vera í hjálmi, tá vit súkkla, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli. - Fleiri søgdu søgur um, at tá ið nakar breyt ein [...] fáa tað í rættlag. Verri er, um høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta. Í skáanum í morgun vóru næmingarnir ein túr í grøna skúlagarðinum og royndu súkkluhjálmarnar. Ráðið Fyri Ferðslutrygd vísir
maðurin druknaði, ella hann er deyður av aðrari orsøk. - Hann var farin á flot í góðveðrinum í gjár, og vit vita stutt sagt ikki enn, hvat er hent, sigur Jaspur Vang. Tað var um 18-tíðina í gjár, at ein maður [...] einki fólk umborð á 8-mannafarinum, men gav politi og MRCC boð um hendingina, og fólk og froskmenn vóru skjótt á staðnum. Kavarar funnu skjótt ein mann í stýrhúsinum á sokna bátinum, og hann var við tyrlu [...] at maðurin, ið var 60 ára gamal, var deyður. - Bjargingin gekk eftir umstøðunum væl, og øll tey, ið vóru við, gjørdu sítt ítarsta, sigur Jaspur Vang. Hann veit sum nevnt ikki meira at siga um orsøkina til