Argjabørn vunnu aftur í ár

Næmingar úr skúlanum á Argjahamri vunnu aftur í ár føroyameistaraheitið í First Lego League Føroyar-kappingini.

Kappingin var á Føroya Tele í Hoyvík frá klokkan 10 til 14 í gjár, og LegoHolics fekk har steyp fyri framferð og skaraði framúr við robottkoyringini. Liðið endaði enntá millum seks tey bestu liðini í øllum Norðurlondum, sum kappaðust í gjár.

Gold to Glory frá Venjingarskúlanum fekk annað steypið fyri robottkoyringina, Legobuilders úr Sands skúla vunnu steyp fyri bæði ástøði og tøkni, og Lego Mechanics frá skúlanum við Løkin í Runavík fingu steyp fyri gott samstarv.

Við í kappingini hesaferð vóru børn og ung í tilsamans fimm bólkum, sum komu úr Sands skúla, skúlanum á Argjahamri, skúlanum við Løkin í Runavík og Venjingarskúlanum í Havn. Tey kappaðust í fýra geinum, sum vóru legorobottar, ástøði, framferð og samarbeiði.

Vunnu EM í fjør
Norðurlendska finalan verður í Kjøpinhavn leygardagin 30. november, og tá fer LegoHolics at dystast við 45 lið úr Norra, Danmark og Svøríki. LegoHolics vita, hvat skal til, tí í fjør vann liðið europameistaraheitið í robott-tøkni.

– Føroysku liðini hava klárað seg framúr væl í altjóða kappingini. Vit hava verið við í toppinum, bæði í Norðurlondum og Europa, sigur Jan Mortensen frá Føroya Tele, sum saman við Statoil Exploration stuðlar kappingini.