Minkar vandan fyri skaða 50 prosent

Øll børnini í fyrsta flokki hava nú fingið hvør sín súkkuhjálm

Øll børnini í fyrsta flokki kring landið, fáa nú hvør sín súkkluhjálm frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

 

Í morgun vóru tað børnini í 1. flokki í Kommunuskúlanum í Havn, sum fingu hjálmar, samstundis sum eitt fólk frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd greiddi teimum frá um hjálmarnar, og hví tað hevur so stóran týdning vera í hjálmi, tá vit súkkla, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli.

 

- Fleiri søgdu søgur um, at tá ið nakar breyt ein arm, ein fingur ella eitt bein, bar til at fáa tað í rættlag.

Verri er, um høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta.

 

Í skáanum í morgun vóru næmingarnir ein túr í grøna skúlagarðinum og royndu súkkluhjálmarnar.

 

Ráðið Fyri Ferðslutrygd vísir á, at súkkluhjálmur kann ikki fyribyrgja at óhapp henda og hann kann heldur ikki byrgja fyri øllum skaðum á høvdið.

 

- Men ert tú óheppin, og dettur av súkkluni, minkar vandi fyri skaðar á skalla, høvd og heila við upp í 50 prosent, ert tú í hjálmi.

 

Súkkluhjálmur ger, at steinar ella hvassir lutir á súkkluni, sleppa ikki ígjøgnum húðina ella skallan.

Í øðrum lagi tekur hjálmurin eisini stoytin, slær ein høvdið í, tá ið ein dettur.