600 tons av botnfiski vórðu í dag seld á afturlatnari uppboðssølu, ið Vørn skipaði fyri. Talan er um fyrstu uppboðssølu av sínum slag í Føroyum, og næstu uppboðssøluni í royndini hjá samgonguni at selja fiskiveiðurættindi á uppboðssølu.
Tað var Mortan Johannesen, reiðari hjá Enniberg, ið var størsti keypari á hesum sinni. Enniberg ognaði sær 400 tons. Gadus, Sjúðraberg og Akraberg keyptu restina av kvotuni. Søluvirðið var 3,4 krónur fyri hvørt kilo.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er væl nøgdur nú tvær uppboðssølur hava verið.
- Tað vóru fleiri sum bjóðaðu nú hon var afturlatin, men enn er tað fyrst og fremst tey, sum frammanundan eru partar av fiskiveiðuni eftir fiskasløgunum, sum verða seld á uppboði, sum bjóða, sigur Høgni Hoydal í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin.
Landsstýrismaður kundi tó ynskt, at tað vóru fleiri um boðið.
- Tað hevði sjálvandi verið meira hugaligt um aðrir enn teir, sum frammanundan hava kvotu í Barentshavinum, høvdu bjóðað, men hetta mugu vit so meta um seinni, sigur Høgni Hoydal.
Les meira um uppboðssøluna og viðmerkingar frá Høgna Hoydal í Vikuskiftis Sosialinum, ið verður í handlunum í kvøld.