Eins og vit skrivaðu fyrr í dag, vóru góð útlit fyri, at føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, seinni í kvøld fór at skifta til norska felagið Brann.
Flytingargluggin í norskum fótbólti letur aftur í kvøld á midnátt, og Miðlahúsið visti álítandi at Brann og AaB fyrr í morgun samráddust um keyp av føroyska leikaranum.
Í kvøld er so alt endaliga komið uppá pláss millum partarnar. Tá feløgini vóru liðug at samráðast tíðliga seinnapartin, fór Gilli Rólantsson Sørensen í flogfari yvir til Noregs, har hann skuldi gjøgnumføra læknakanning og tær seinastu detaljurnar av sáttmálanum.
Hóast mjørki argaði Gilla í at sleppa avstað til Noregs, eydnaðist tað tó at fáa alt ígjøgnum, soleiðis at hann í kvøld skrivaði sáttmála við Brann sum er galdandi fram til 2018.
Keypsprísurin fyri føroyska landsliðsleikaran er ikki upplýstur enn, men sum skilst er talan um rímuliga stóra upphædd, sum Brann rindar fyri Gilla Rólantsson Sørensen, sum frammanundan hevði gott og væl tvey ár eftir av sáttmálanum við AaB.
Gilli Rólantsson Sørensen kann sostatt fáa debut fyri Brann longu sunnudagin, tá Brann á heimavølli tekur ímóti fremsta liðnum í deildini, Rosenborg.