Fiskidagaskipanin má endurnýggjast

Dennis Holm heldur, at tíðin er komin at endurnýggja fiskidagaskipanina

Í samrøðu við Rás 2, sigur Dennis Hom, formaður í fiskidaganevndini, at fiskidagaskipanin er ein góð skipan, men at tíðin er komin at dagføra hana. Um nýggja tilmælið frá Havstovuni verður góðtikið, er fiskidagatalið komið niður á 20% av tí, tað var, tá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Dennis Holm.

 

Dennis Holm sigur, at flotin var ein heilt annar tá. Upprunaliga fiskidagatalið bleiv ásett eftir hvussu flotin sá út í 1996, hvussu nógv skip vóru og hvussu effektiv tey vóru. Nú eru 18 ár liðin og flotin er nógv broyttur.

 

- Tá man er komin til tað punktið, at man mælir til at vit skulu niður á eitt so lágt dagatal, so er man eisini komin til tað punktið, at man eigur at spyrja seg sjálvan, hvat er hent við skipanini, er tað ikki upp á tíðina at roka út av nýggjum, hvat dagatal er tað rætta dagatalið, sigur Dennis Holm.

 

Eisini ynskir fiskidaganevndin at fáa eitt kjak í lag um friðing av fiskiøkjum. Dennis Holm sigur, at hóast Føroya Banki hevur verið stongdur í seks ár, so vísir royndarfiskiskapur, at eingin broyting er í toskastovninum.