Einsamallast í Føroyum er best

Høgni Lisberg og Greta Svabo Bech eiga ársins útgávu og ársins sang.

Ársins sangur hevur nærmast riðið landinum sum ein marra, tó á ein góðan hátt, síðani hann fyrstu ferð varð spældur í jólakalendaranum NiviNaja hjá Kringvarpinum í desembur í fjør.

 

Øll munnu vit nú vita, hvussu tað er at kenna seg einsamallast í Føroyum, takka verið sanginum Myrkablátt hjá Gretu Svabo Bech. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin, meðan Greta Svabo Bech hevur gjørt lagið.

 

Hinir tilnenvndu sangirnir vóru Back against the Wall hjá Hogni, Oyðin hjá Ave, Raindrops hjá Dánjali á Neystabø og Tú hevur tær dýrastu perlur hjá Guðrið Hansdóttir.

 

Ársins útgáva kemur úr Leirvík og er signerað Høgni Lisberg. Seinasta útgáva hansara, Call for a Revolution, fekk í dag heiðurin sum ársins útgáva á FMA 2015.

Hetta er sjeynda útgávan hjá Høgna Lisberg, síðani fyrstu útgávu hansara Most Beautiful Things í 2003. Áður hevur hann spælt við Clickhaze.

 

Hogni er í Berlin og spælir saman við Eivør og varð tí ikki til staðar at taka ímóti heiðurslønini.

 

Hinar tilnevndu útgávurnar vóru Ave hjá Ave, Leipzig hjá Orku, The Color of Dark hjá Eivør og Ginman og Time hjá Dánjali á Neystabø.