høvdu bygt "Vón" í 9 mánaðir, var komið langt á veg. Fyrsta lánið tók eg so í Fiskaríbankanum. Teir kravdu eina trygd uppá 10.000 kr. Tá týskarnir leypa á Pólland 1. september 1939 hendi tað, at Hilbert [...] fóru vit endiliga avstað, hin 24. juni 1940! "Vón" fór til sildafiskiskap í Íslandi. Á veg til Íslands løgdu vit inn á Sandavág at sýna bygdarmonnum mínum hetta stolta farið fram. Ynskt verður ættini góða [...] skips 13 ára gamal á vári í 1925 við "Seagull", sum hann var við fyrstu árini. Sigurd varð giftur við Marthu, fødd Joensen, úr Jógvanstovu í Leirvík. Tey fingu 9 børn, 5 døtur og 4 synir. Á vári 1936 tók Sigurd
hjá Nunnuskúlanum byrjar heilt aftur í 1931, tá Van Rossum kardinalur kom á veg til Íslands at víga eina dómkirkju og steðgaði á í Føroyum. Hann helt tá, at tað átti at komið ein katólsk kirkja aftur, og [...] skúla í Havn. - Nógvir føroyingar kenna til nunnubasarin á ólavsøku. Tað var fastur partur hjá nógvum at fara niðan til nunnurnar á ólavsøku á tiltikna basarin, har til bar at vinna ymiskt, sum nunnurnar [...] spyrjast burturúr. Nunnurnar gjørdu altíð nógv burtur úr at vísa á munin á fátøkum og ríkum, og tað var nakað, tær løgdu stóran dent á. Hetland minti rættiliga nógv um Føroyar, men var eitt sindur aftanfyri
ein trolara á veg um borð í Aberdeen. Hann leyp av lúnningini niður á lastalúkuna á hesum trolara. Tað var so óheppið, at presendingin var løgd yvir lúkuna, so tað sá út, sum um lúkan var á. Men tað var [...] varð at koyra kol fyri borð fyri at fáa pláss fyri fiskinum. Skipini vóru partvíst á saltfiskaveiði 30 monnum og partvíst á ísfiskaveiði við 20 monnum. Gøtumenn keypa trolara Tað var í 1946, at gøtumenn [...] "Tróndur í Gøtu" á Gøtu. Tann tá nýggja bryggjan var full av fólki og flaggað varð um alla bygdina. Hildin varð stór veitsla, men um kvøldið kom stormur av landsynningi, og teir máttu fara á Klaksvík. Fyrsta
Fepurin kom upp á 40 stig og hevði annars verið uppi á 40.8. Hetta var ringt tekin. Mamma og pápi skrivaðu eisini til Johan, hvørja ferð fartur var. Mamma fekk so hildið í hondina á Johan, tá ið hann [...] 16. partur Nú er vit gift og fyrsta barnið er á veg. Margretha treivst væl, kanska alt ov væl. Mamma helt sum vanligt var tá í tíðini, at kvinnur við barn skuldu eta nógv og gott, og tað slapp Margretha [...] kuldastig. Eg var hetta kvøldið á skrivstovuni, og tá ið eg um 10 tíðina kom heim, kundi mamma fortelja mær, at eg var blivin pápi til ein deiligan drong. Eg skundaði mær upp á kamarið og ynskti Margrethu
mánamorgunin stendur hann klárur at taka ímóti, tá Listasavnið letur dyrnar upp á víðan vegg fyri børnum og ungum, sum verða send á myndaveiðu. Seinni er ætlanin at gera afturvendandi rundvísingar fyri vaksnum [...] setir seg á gólvið við síðuna av træskurðinum hjá Fridtjof Joensen. Og tað er týðiligt, at Oggi Lamhauge eisini elskar at greiða frá skurðmyndini eins og øllum hinum dýrgripunum, sum goyma seg á Listasavninum [...] sum tann, ið skal geva so nógvum, sum til ber, møguleika at uppliva listaskattin á savninum. Listamiðlari, er heitið á starvinum hjá Oggi Lamhauge, og einum slíkum hava vit leingi havt brúk fyri í Føroyum
hansara var at fara niðan á posthúsið við pakkum til kundar úti á bygdunum. Hann hevði teir í einum tunnusekki, sum hann bar á rygginum. Tað sigst, at tá hann ikki var so stórur á vøkstri, kundu fólk síggja [...] giftist í 1934 við Gunnari í Snikkarastovu kom Fanny at búgva hjá henni. Fyrstu árini var tað niðri á Áarvegnum hjá Jørgini Jacobsen. Seinni bygdu tey uppi í Niels Finsensgøtu. Eisini búði hon onkuntíð heima [...] heldur til í dag. Tónleikur og jarðarbrúk Andreas hevði góðar tónlistagávur. Hann lærdi á ungum árum at leika á klarinett hjá bager Hansen, seinni hjá Jens Chr. Guttesen, nevndur Kisan. Hann var saman
vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var at loypa, og hann var tann fyrri maðurin, sum leyp. Tað gekk væl, men tá tann seinni skuldi loypa, var báturin farin frá, og hann fór í havið og líka á botn [...] skúgvurin fær ein bita soleiðis av og á, so hvørt, sum tað dettur ein pisa á sjógvin, ella hann kann taka sær eina sjálvur. Hóast tað er heldur sjáldsamt, upplivdu vit á túrinum hendan dagin at síggja skúgvin [...] undan. Komnir norð á Lokloysi, legði Jóan Petur inn á víkina. Her er gomul neyðhavn hjá bátum, sum noyddust at seta upp fyri veður. Steindeytt var innan fyri hendan dagin, og vit fóru á land. At teir hava
hevur roynt ymiskt á leiðini til tað nýggja og ókenda, sum nú stendur fyri framman. Hon hevur verið í Ísrael, verið volontørur á einum barnaheimi fyri menningartarnað, hevur arbeitt á Eirargarði og hevur [...] Porkeri ? Senegal: ? Tað var tá eg arbeiddi á einum lítlum sjúkrahúsi í Gambia, at eg fekk eyguni upp fyri tí stóra tørvinum á trúboðarum í Vesturafrika. ? Eg sá nú, at eg eisini kundi gera mun her, sigur [...] . Síðani hevur hon arbeitt sum sjúkrasystir í Havn, Danmark og á Tvøroyri, inntil hon í 1999 fór til Gamiba at arbeiða sum sjúkrasystir á einum lítlum sjúkrahúsi í 14 mánaðir. Tað var her at hon veruliga
skjótt sum ælið freka var farið sín veg, kagaði sólin undan aftur. Tann vakni listamaðurin sær hetta við øðrum eygum enn maðurin á gøtuni: Bæði veðursløgini seta sín dám á fjøllini, líðirnar, bygdina og fjørðin [...] uppliva her á oyggjum okkara. At eitt listafólk kann seta seg niður, hvar tað skal vera og - er ein heppin - kann staðfesta, at ikki eitt skýggj er á luftini. - Kemur so brádliga eitt skýggj á luftina, so [...] settu síni serligu eyðkenni á oyggjarnar. Úr flogfarinum væntaði hann at síggja oyggjarnar úr fuglaperspektivi, men so einfalt var tað kortini ikki í veruleikanum. - Tá vit fóru á flog í Danmark fóru vit jú
fyri ein part kundu vitja á báðum støðum við at koyra ímillum støðini. Steinbjørn sigur, at føroyska ferðalagið soleiðis vitjaði á tveimum fiskavirkjum, einum í Reykjavík og einum á Hafnarfjørðinum, og høvi [...] vóru eisini á skránni í Íslandi og ein av hesum, vit ikki enn hava nevnt, var vitjanin í Kaupthin Banka Vónir og skepsis - Enn hevur eingin skipað eftirmeting verið av Íslands-ferðini, men á veg heim við [...] Haarde, vóru við á seminarinum. Steinbjørn sigur, at íslendingar fingu eisini høvi at siga sína hugsan um, hvørjar møguleikar teir síggja í sáttmálanum. - Annars varð mest tosað frá “livrini” á hesum seminari