Vónir og skepsis í báðum londunum

- Í Føroyum hava vit sett spurnartekin við ymiskt í fríhandilssáttmálanum, men á ferðini í Íslandi fingu vit eisini at vita, at eins væl og vit eru skeptist – eitt nú um íslendskar íløgur í Føroyum, eru íslendingar eisini skeptiskir um føroyskar íløgur í Íslandi. Eftir vitjanina stendur kortini eftir, at í báðum londunum seta fólk stórar vónir til fríhandilssáttmálan millum Føroyar og Ísland, sigur Steinbjørn í Dali, sum var við fyri Menningarstovuna

Føroyskt átak

Tað var Menningarstovan – ella Vinnuframastovnurin, sum saman við løgmansskrivstovuni og vinnumálaráðnum, ið skipaðu fyri føroysku vitjanini í Íslandi í døgunum, 31. januar til 2. februar.
Vitjanin var í tveimum pørtum.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, var boðin til Íslands á almenna vitjan, og við hetta høvi varð eisini skipað fyri einum føroyskum vinnuligum átaki í Íslandi, har 20 føroyskar vinnufyritøkur vóru umboðaðar.
Samlaða luttakaratalið úr Føroyum var umleið seksti.
Føroyska ferðalagið fór til Íslands við leiguflogfari og kom heimaftur við regluligu flogrutuni úr Íslandi – í báðum førum við flogførum hjá Atlantic Airways.

Tveir partar
Steinbjørn í Dali, sum starvast á Menningarstovuni, og sum eisini var við í Íslandi sigur, at føroyska átakið í Íslandi var skipað í tveimum pørtum, soleiðis at løgmaður við fylgi høvdu sína skrá har yviri – og vinnuligi parturin sína. Í øðrum førum varð skipað soleiðis fyri, at løgmaður var við til tey tiltøk, sum høvdu við vinnuliga partin at gera.
Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, var eisini við í ferðalagnum í Íslandi, og hann hevði eisini sínar vitjanir og sínar fundir, eins og hann náttúrliga eisini var við til tiltøk, sum høvdu við vinnuliga partin at gera.
- Hósdagin 1. februar varð skipað fyri seminari í tónleikasalinum í Reykjavík, har nakrir fyrilestrar vórðu hildnir. Av føroysku luttakarunum helt Tróndur Djurhuus, stjóri í FT-International hjá Føroya Tele, ein fyrilestur um, hvussu hann sær møguleikarnar í fríhandilssáttmálanum millum Føroyar og Ísland. Bæði løgmaður og íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, vóru við á seminarinum.
Steinbjørn sigur, at íslendingar fingu eisini høvi at siga sína hugsan um, hvørjar møguleikar teir síggja í sáttmálanum.
- Annars varð mest tosað frá “livrini” á hesum seminari, sum eisini var sera áhugavert, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at eigarin av Bónus-handlunum í Føroyum eisini helt ein fyrilestur, har hann eitt eitt nú tosaði um tær undarligu forðingar, sum hava verið í samhandlinum og viðurskiftunum millum londini. Hann tosaði um, hvørjir møguleikar liggja í nýggja sáttmálanum – bæði fyri íslendskar vørur í Føroyum og føroyskar vørur í Íslandi.
Steinbjørn sigur, at ein íslendingur, sum býr á norðurlandinum og sum eigur part í virksemi í Føroyum, eitt nú í føroyskum línuskipum, tosaði um tær royndir hann hevur av at gera íløgur í Føroyum – og av føroyingum, sum samstarvsparti.
Eini 100 fólk, bæði føroyingar og íslendingar, vóru við á seminarinum.

Góður stuðul
- Eftir seminarið, var høvi hjá føroyskum og íslendskum fyritøkum at hitta hvørja aðra í einum øðrum sali í bygninginum, og her kundu umboðini sita og práta tvørtur um borðini um møguligt samstarv. Eg hevði varhugan av, at prátið millum føroyingar og íslendingar gekk væl, og at partarnir høvdu nógv upp á hjarta.
Steinbjørn sigur, at Menningarstovan longu undan føroyska átakinum í Íslandi hevði fingið góða hjálp frá íslendska Útflutningsráðnum.
- Íslendskar fyritøkur kundu tekna seg til seminarið á teirra heimasíðu, og eisini bar til hjá íslendskum fyritøkum at fáa samband við føroyskar fyritøkur og gera avtalur um fundir. Soleiðis vóru eisini fleiri fundir avtalaðir, áðrenn føroyska ferðalagið yvirhøvur kom til Íslands.
Hann heldur, at íslendska Útflutningsráðið gjørdi eitt dygdargott arbeiði fyri at marknaðarføra føroyska átakið.
- Eitt annað tiltak, sum eydnaðist sera væl, var morgunmaturin um morgunin fríggjadagin 2. februar, sum vit fóru heimaftur beint eftir døgurða hendan dagin. Her høvdu føroysku fyritøkurnar møguleikan at bjóða sínum samstarvspørtum í Íslandi til góðan og vælreiddan føroyskan morgunmat, sum føroyskur SvF-kokkur stóð fyri. Á matarskránni var alt føroyskur matur, eisini turrur fiskur, turr grind, spik og skerpikjøt aftur við føroyskum øli og vatni.
Steinbjørn sigur, at rættiliga nógv fólk var til hendan morgunmatin, helst eini 300-400 í tali.
- Hetta tiltakið hevði tískil ógvuliga stóra undirtøku og eydnaðist sera væl, leggur hann aftrat.
Føroyska ferðalagið búði á Hotel Nordica í Reykjavík, og her búðu fólk væl.

Aðrar vitjanir
Umframt fundarvirksemið millum føroyskar og íslendskar fyritøkur, seminar, partneriat og stóran morgunmat áðrenn heimferðina, varð á vinnuligu ferðini í Íslandi eisini skipað fyri ymiskum vitjanum.
- Vitjaninar vórðu býttar upp í tvey, soleiðis at føroyska vinnulívið hevði høvi at velja ímillum fiskivinnu og handils-og tænastuvinnu, men sipað varð eisini soleiðis fyri, at fólk fyri ein part kundu vitja á báðum støðum við at koyra ímillum støðini.
Steinbjørn sigur, at føroyska ferðalagið soleiðis vitjaði á tveimum fiskavirkjum, einum í Reykjavík og einum á Hafnarfjørðinum, og høvi var eisini at vitja íslendskt handils-og tænastulív.
- Vit vitjaðu eisini tey, sum arbeiða við elektroniskum undirskriftum til e-post og annað, og her var vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm, sum umhugsar eina slíka skipan í Føroyum, eisini við. Hetta var ein áhugaverd vitjan. Í Íslandi eru tey næstan komin undir land við eini skipan, sum tað almenna arbeiðir við saman við eitt nú íslendskum bankum.
Hann sigur, at hendan talgilda skipan verður sjósett heilt skjótt.
- Felagsleisturin er, at tað bara verður ein “lykil”, sum brúktur verður – líka mikið, um talan er um eina sjálvuppgávu ella onnur privat viðurskifti. Málið er, at tú ikki skalt noyðast at “renna runt” við fleiri elektroniskum lyklum, sum Steinbjørn tekur til.
Hann sigur, at føroyska ferðalagið eisini vitjaði ílegugranskingarstovnin, Decode í Íslandi, og hetta var eisini ein sera áhugaverd vitjan.
Aðrar vitjanir vóru eisini á skránni í Íslandi og ein av hesum, vit ikki enn hava nevnt, var vitjanin í Kaupthin Banka

Vónir og skepsis
- Enn hevur eingin skipað eftirmeting verið av Íslands-ferðini, men á veg heim við flogfarinum spurdi eg fleiri, sum við vóru, hvat tey hildu um tiltakið. Øll lótu ógvuliga væl at og vístu á, at nógv áhugaverd sambond eru knýtt, sum vónandi kunnu føra til nakað meira.
Hann heldur, at íslendingar sum heild vístu opinleika.
- Í Føroyum hava vit sett spurnartekin við ymiskt í fríhandilssáttmálanum, men á ferðini í Íslandi fingu vit eisini at vita, at eins væl og vit eru skeptisk– eitt nú um íslendskar íløgur í Føroyum, eru íslendingar eisini skeptiskir um føroyskar íløgur í Íslandi.
Steinbjørn í Dali sigur, at eftir vitjanina í Íslandi stendur eftir, at í báðum londunum seta tey stórar vónir til fríhandilssáttmálan millum londini.