og hevur íslendska forlagið gjørt av at heiðra hendan føroyska listamannin við hesi bæriligu bók. Hetta tænir íslendingum til miklan sóma. Tað skal her vera nevnt, at føroyskir stovnar og fyritøkur hava [...] undir við, og nú eiga øll at fegnast um, at tað hevur eydnast frændum okkara fyri vestan hav at tryggja, at okkara helst mæstasti listamaður hevur fingið eitt framúr sømiligt og prýðiligt eftirmæli og minni [...] øll at fegnast um. Landsstýrismaðurin gjørdi í síni røðu við framløguna vart við, at Mikines hóast hann sum ungur listamaður møtti bæði vælvild og virðing ímillum manna, bar ikki til hjá honum at støðast
bera vit okkum at, tá tað snýr seg um politikk og átrúnað. Hvussu megna vit at halda hesi atskild – hvussu nógv tvinna vit hesi saman! Sosialurin fer í greinum í komandi vikuskiftisbløðum at viðgera m.a. [...] okkara fólkavaldu at hava sína persónligu trúgv. Men tá eins egna persónliga tulking av Bíbliuni verður brúkt til at niðurgera onnur og teirra meiningar og livihátt, eigur at verða talað at. Bíblian er nevniliga [...] nevniliga ikki ein bók, sum ávísir flokkar og politikarar hava fingið patent uppá at tulka. Vit hava øll okkara hjartamál, tá vit lesa og umrøða hesa góðu bók. Vit raðfesta ymiskt. Andsøgnina finna vit tó
so eisini at vera í Miðlahúsinum. At hava sum boðskap í skjøldri sínum at fáa fleiri kvinnur upp í politikkk er nakað, sum vit øll eiga at kunna taka undir við. Bara at yppa øksl og siga, at vit eru serstakt [...] torført at venda hesi tankagongd. Eisini manglar nógv í at fáa kvinnurnar sjálvar at tala sína søk og vísa størri áhuga fyri politikki. Vit kunnu so í hvussu er staðfesta, at tað er neyðugt at hava nøkur [...] tingsessunum. Løgmaður eigur at ganga á odda fyri at fáa demokratiið at virka betur her á landi. Nú bíða vit bara eftir, at hann tekur ímóti og lurtar eftir Demokratia. Danski rithøvundurin og feministurin Hanne
kundu vit og mong við okkum hildið áfram við at spurt. Tað skuldi ikki verið neyðugt her at gjørt eina roynd at finna tey røttu svarini, tí tey, sum pástanda, at øll henda skipan er sunn, kenna svarini betur [...] tað gott, er landskassin. Tað almenna eigur tvær milliardir á bók, fáa vit at vita í tíð og ótíð. Hví eigur tað almenna tvær milliardir á bók? Jú, tí vit nú í eini fimm seks ár hava havt heimsins størsta [...] hava jú meira enn nakar annar havt fingurin á pulsinum. Men tey pástanda treystliga og uttan at blunka, at øll skipanin er sunn. Ja., vit skulu enntá vera errin og stolt av støðuni! Hvussu stendur so í
til tess at fáa almennu hjólini at mala? Tað hevur ongantíð verið hildið at vera góður politikkur at taka meira inn í skatti enn neyðugt, fyri at almennu útreiðslurnar skulu kunnu rindast. At breggja sær [...] fýra beinum. Hesi eru fullveldi, sosial vælferð, frælst vinnulív og beinhørð búskaparstýring. Men hetta hongur ikki saman, tí í upplegginum verður upplýst, at 24 yvirtøkulógir liggja klárar at avgreiða, tá [...] partar av vinnulívinum eru í djúpari kreppu, og at at tilsvarandi arbeiðsloysi hóttir. Hartil varð avdúkað, at kreppan í stóran mun stavar frá almennari líkasælu og trot á sunnum, mennandi og tryggum karmum
Mortensen at tosa um hin føroyska róðrarbátin. Andras Mortensen hevur skrivað eina Ph. D. ritgerð um evnið, og kom hendan út í bók í ár 2000. 17. mars kemur Tóra Tóroddsdóttir at tosa um bók sína "Rura" [...] um tað at skriva, yrkja ella eitthvørt annað, sum liggur teimum á hjarta. Hesi tiltøk hava verið hildin nøkur mánakvøld í fjørheyst, og hava kvøldini verið sera hugnalig og áhugaverd. Ætlanin er at halda [...] a. M. A. Jacobsens Bókmentavirðisløn í fjør hesa somu bók. Høvið verður hjá áhoyrar-um at seta høvundanum spurningar aftaná. Eisini verður høvi at fáa sær ein drekkamunn við tónleiki og onkrum øðrum góðum
hon væntar, at okkurt fer at vera. ? Nú hava tað verið stuttsøgukapping, útvarpsleikskapping, yrkingakapping og skaldsøgukapping, so tað verður spennandi at síggja hvat fer at vera, sigur hon at enda. Skrivið [...] ikki nakað eg kann fara at úttala meg um. Men tað vóru fleiri góð handrit, og eg vænti, at fleiri av teimum fara at verða givin út, heldur Katrin Næs fyri. Víðari sigur hon, at tað jú komu ógvuiliga fáar [...] fjør, og at fólk kanska hava bíða við at geva út inntil eftir hesa kappingina. 150.000 kr er jú nógvur peningur eftir okkara maátistokki, heldur hon. Hon dugir ikki at siga hvør kapping fer at vera á skránni
beinanvegin fóru teir at hugsa um, hvussu nú fór at verða. Tí í teirri hvítu bókini stóð, at tann ungi landsstýrismaðurin ætlaði at loysa tað lítla landið frá tí stóra. Hann ætlaði at skifta pengarnar hjá [...] útvarp og sjónvarp. Og hesi frættu eisini, at tann ungi landsstýrismaðurin í tí lítla landinum hevði skrivað okkurt, sum stuttligt var at skriva meira um, so pressan byrjaði at viðgera hetta málið. Og [...] allari makt fyri at fáa eina hvíta bók skrivaða og givna út. Og henda útgávan skuldi verða um mánaðarskiftið í hoyna. Men terrin var góður hetta summarið, og hoyggingin gekk so mikið væl, at tey flestu vóru
Petersen. Vit hava longu staðfest, at danska ríkisgrundlógin tolir at hava aðrar stjórnarskráir saman við sær, og at tann upprunaliga norskt-danski Hægstirættur saktans megnar at døma eftir fleiri grundlógum [...] evnið var møgulig ognartøka í samband við broytta lóggávu. Áhugaverda fyri okkum er, at í báðum førum var ongin ivi um, at Hægstirættur skuldi døma eftir íslendsku stjórnarskránni. Danir og íslendingar høvdu [...] stjórnarskipan – nakað sum vit gera nú – Jón Sigurðsson mótmælti í kongsins navni royndunum at lýsa donsku grundlógina at galda sum var Ísland samrunnin partur av Danmark. Tilgongdin vardi til 1874, tá ið Christian
ført við sær, at vinningur av kapitali er øktur munandi, men eisini at ikki-búskaparlig fyrilit og áhugamál hava verri við at koma framat. Luttwak heldur fram: »?um okkum ikki eydnast at støðga turbo- [...] Wealth of Nations í 1776 at geva tonkunum hjá Mandeville ein menniskjaligan bjálva. At henda ideologi nú aftur er komin til heiður og æru er ikki tí, at hon hevur víst seg at verða álítandi. Tvørturímóti [...] fyrr hevur kapitalisman havt so fríðar ræsur at fara eftir tí stórsta vinninginum. Hava mist tamarhald á heimsbúskapinum At kapitalisman hevur lyndi til at fara um øll mørk og støðugt skaka øll viðurskifti