Oddvør Johansen á Fuglafjarðar Bókasavni

TÍÐINDASKRIV

Fuglafjarðar Bókasavn hevur havt eina røð av kvøldsetum, har ymiskir rithøvundur hava verið og tosað um bøkur sínar, um tað at skriva, yrkja ella eitthvørt annað, sum liggur teimum á hjarta. Hesi tiltøk hava verið hildin nøkur mánakvøld í fjørheyst, og hava kvøldini verið sera hugnalig og áhugaverd. Ætlanin er at halda áfram við hesum tiltøkum.
Næst á skránni verður ein av okkara mest lisnu rithøvundum Oddvør Johansen, sum kemur at tosað um seinastu bók sína "Tá ið eg havi málað summarhúsið". Tiltakið verður á Fuglafjarðar Bókasavni mánakvøldið 3. feb, kl. 20:00. Oddvør Johansen hevur fingið nógvar virðislønir fyri bøkur sínar m. a. M. A. Jacobsens Bókmentavirðisløn í fjør hesa somu bók. Høvið verður hjá áhoyrar-um at seta høvundanum spurningar aftaná. Eisini verður høvi at fáa sær ein drekkamunn við tónleiki og onkrum øðrum góðum afturvið. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Eisini verða onnur tiltøk á skránni á Fuglafjarðar Bókasavni. Mánakvøldið 24. februar fer Andras Mortensen at tosa um hin føroyska róðrarbátin. Andras Mortensen hevur skrivað eina Ph. D. ritgerð um evnið, og kom hendan út í bók í ár 2000. 17. mars kemur Tóra Tóroddsdóttir at tosa um bók sína "Rura", sum er um rørðslumenning og sansaskipanina hjá føroyskum børnum. Bókin er týdd til fleiri ymisk mál.