Lat okkum gera púra greitt, at vit taka fult og heilt undir við arbeiðinum hjá Demokratia og vóna, at arbeiðið hjá bólkinum fer at bera ávøkstur. Og her meta vit okkum sum miðil at hava eina ábyrgd og skyldu. Nøkur av tiltøkunum fara so eisini at vera í Miðlahúsinum.
At hava sum boðskap í skjøldri sínum at fáa fleiri kvinnur upp í politikkk er nakað, sum vit øll eiga at kunna taka undir við. Bara at yppa øksl og siga, at vit eru serstakt samfelag, har kvinnurnar heldur vilja lata politiskt arbeiði upp í hendurnar á monnunum er tokutala og hoyrir miðøldini til. Hinvegin tykist tað vera torført at venda hesi tankagongd. Eisini manglar nógv í at fáa kvinnurnar sjálvar at tala sína søk og vísa størri áhuga fyri politikki. Vit kunnu so í hvussu er staðfesta, at tað er neyðugt at hava nøkur á barrikadunum, nøkur, sum gera vart við hesa óhaldbaru støðu, at bara menn skulu stýra hesum landi. Og her er Demokratia eitt týðandi forum.
Vit staðfesta, at alt alt ov fáar kvinnur eru í løgtinginum. Vit staðfesta eisini, at landsstýrið er mannað bara við monnum. Løgmaður átti at havt borið so í bandi, at kvinnur vórðu í landsstýrinum. Nú situr hann við lyklinum, ið kanska kann hava við sær, at tey, ið atkvøða fyri eini kvinnu, fáa eina kvinnu fyri atkvøðuna.
Um sama mundið eru vit so vitni til, at løgmaður hevur ikki stundir at hitta umboð fyri Demokratia. Fíggjarlógin hevur sjálvandi stóran týdning, men fyri hesar kvinnurnar hevur tað eisini alstjóran týdning, at stig verða tikin til at fáa greiði á, hvussu m.a. listaatkvøður hjá flokkunum skulu teljast. Og hetta er tað tær ætla at biðja løgmann um hjálp til - at leggja fram eitt uppskot, ið skal gera tað greitt, hvussu listaatkvøður skulu verða taldar.
Eitt kunnu vit skjótt verða samd um: okkurt munagott eigur nú at verða gjørt fyri at fáa kvinnurnar inn – og sjálvandi skulu tær hava ta umboðan, tær av røttum eiga. Í løtuni er støðan hon, at hóast kvinnurnar fingu 30% av atkvøðunum seinast, eiga tær bert 9% av tingsessunum. Løgmaður eigur at ganga á odda fyri at fáa demokratiið at virka betur her á landi. Nú bíða vit bara eftir, at hann tekur ímóti og lurtar eftir Demokratia.
Danski rithøvundurin og feministurin Hanne Vibeke Holst sigur so rámandi: “Maktfull mannfólk fascinera, meðan maktfullar kvinnur provokera.”
Sosialurin