Hesir spurningar seta javnan dagsskránna úti í heimi, antin í orðaskifti ella á stríðsvølli. Hvussu er stætt her hjá okkum. Hvussu bera vit okkum at, tá tað snýr seg um politikk og átrúnað. Hvussu megna vit at halda hesi atskild – hvussu nógv tvinna vit hesi saman! Sosialurin fer í greinum í komandi vikuskiftisbløðum at viðgera m.a. hetta evnið.
Hendingarnar á tingi í seinastuni eru dømi um, at politikkur og átrúnaður verða tvinnað saman, í ólukkumát. Tað kenst ódámligt, tá ávísir politikarar brúka tingsins røðarapall til prædikkustól, har Bíblian er bæði skjøldur og spjótspíssur í samfelagsliga orðaskiftinum. Sjálvandi er tað upp til okkara fólkavaldu at hava sína persónligu trúgv. Men tá eins egna persónliga tulking av Bíbliuni verður brúkt til at niðurgera onnur og teirra meiningar og livihátt, eigur at verða talað at. Bíblian er nevniliga ikki ein bók, sum ávísir flokkar og politikarar hava fingið patent uppá at tulka. Vit hava øll okkara hjartamál, tá vit lesa og umrøða hesa góðu bók. Vit raðfesta ymiskt.
Andsøgnina finna vit tó, tá ávísir politikarar vilja gera sínar persónligu tulkingar og raðfestingar úr Bíbliuni til lóg – til einasta sannleikan. Tá hesir t.d. geva seg út fyri at vera Jesu lærusveinar og í sama andadrátti tveita miðaldarligar tulkingar av Bíbliuni í høvdið á øðrum teir umrøða sum vantrúgvandi og eitt nú brúka bókstavilig sitat úr Gamla Testamenti í sínum skjaldramerki, so tala vit at. Tit hava ikki patent uppá hvørki Jesus ella einastu røttu tulkingina av Bíbliuni. Tá tit loyva tykkum at brúka – misbrúka - Jesunavnið í tykkara politisku røðum á tingi, hví gloyma tit hesar so týðandi áheitanir hansara: ”Farið innar í kamar tykkara og biðið - Vendið hin hjálkan til - Gerið fíggindar tykkara til tykkara vinir. Dømið ikki. Fyrigevið.”
Føroyingar hava altíð havt eitt skilagott og náttúrligt forhold til sín Gud og til Bíbliuna. Tað er hetta tit, sum kalla tykkum rætttrúgvandi, eru við at forkoma – eitt nú við tykkara afturvendandi misbrúki av Jesuspápa og Bíbliuni á eitt nú Føroya Løgtingi. Tit skuldu skammað tykkum.
Sosialurin










