Kári á Rógvi, løgtingsmaður og doktari í lóg
Vit skulu ikki taka so tungliga, at stjórnarskipanin var feld í sekstanmetrinum (av okkara egna málmanni). Nú er tøgnin brotin og kjakið byrjað. Gott kjak!
Í tí Harrans ári 1918 segði Hægstirættur í Kjøbinhavn tveir dómar um mál úr Íslandi; evnið var møgulig ognartøka í samband við broytta lóggávu. Áhugaverda fyri okkum er, at í báðum førum var ongin ivi um, at Hægstirættur skuldi døma eftir íslendsku stjórnarskránni.
Danir og íslendingar høvdu síðani 1851 kjakast um stjórnarskipan – nakað sum vit gera nú – Jón Sigurðsson mótmælti í kongsins navni royndunum at lýsa donsku grundlógina at galda sum var Ísland samrunnin partur av Danmark. Tilgongdin vardi til 1874, tá ið Christian IX fór yvir til Íslands og gjørdi Stjórnarskrá kunnuga. Kongur sæst enn á Lækjartorgi í miðbýnum í Reykjavík handandi hesa grundlóg í sermálum.
Løgfrøðiliga gjørdu íslendingar stór framstig í 1874, men vit mugu ikki gloyma, at føroyingar fingu byggilistarliga frægastu úrtøkuna: kongur vitjaði á heimleið í Føroyum, og vit fingu síðani tann prýðiliga obeliskin Kongaminnið.
Fólkið hevur alt alment vald í Føroyum
Í 2006 skriva nøkur góð fólk álit um stjórnarskipan m.a. við orðingum sum: “Fólkið hevur alt alment vald í Føroyum og fremur tað gjøgnum stjórnarstovnar landsins ...og valdið er altíð avmarkað.” Har standa rættindi sum sosial trygd, fyrisitingarlig rættindi, innløgurættindi og hvørsmansrættur – umframt slík sum ognarrætt og rættindi hjá skuldsettum. Har standa valdsavmarkingar sum líkaregla, markregla og tilfeingisregla, m.a. við hesi áseting. “Er ætlan at vinna úr tilfeingi, skal landið
krevja gjøld ella tryggja øllum vinnurætt.” Viðkomandi reglur fyri dagliga stýrið.
Nevndin taldi limir úr øllum flokkum og helt í árinum 2003 almenna altjóða ráðstevnu um serliga teir ríkisrættarligu tættirnar í arbeiðnum. Nevndin gav út álit í bók í árunum 2001, 2004 og 2006 – umframt at greinar stóðu í føroyskum lógarriti og føroysku bløðunum. Tilfarið hjá nevndini sæst á www.ssn.fo. Har er onki dult, ongin gekk um bakdyr. Millum limanna vóru Edmund Joensen og Lisbeth. L. Petersen.
Vit hava longu staðfest, at danska ríkisgrundlógin tolir at hava aðrar stjórnarskráir saman við sær, og at tann upprunaliga norskt-danski Hægstirættur saktans megnar at døma eftir fleiri grundlógum í senn. Spurningurin er nú bara: hvørji rættindi vilja vit hava við í okkara rættindaskrá? Ber til at hava fleiri rættindaskráir í senn? Svarið er ja. Danmark er fleiri ferðir dømt í Strassborg fyri at hava brotið Europeiska Mannrættindasáttmálan. Vit hava longu tvey sett av rættindum – borgarin kann brúka tey frægaru, vinnur hann ikki eftir innlendskum rætti, kærur hann eftir felagsrætti.
Drottningin kemur nú at vitja. Hon er ættað frá Christianni IX, íslendska stjórnarskipanarkonginum, og Fríðrikki VIII, sum slóðaði fyri enn frægari íslendsum rættindum. Áðrenn næstu vitjan, áttu vit at havt okkara skipan og rættindi orðaði.