Sum formaður flokksins sjálvur greiddi frá á tíðindafundi, stendur politikkur Tjóðveldisfloksins nú á fýra beinum. Hesi eru fullveldi, sosial vælferð, frælst vinnulív og beinhørð búskaparstýring. Men hetta hongur ikki saman, tí í upplegginum verður upplýst, at 24 yvirtøkulógir liggja klárar at avgreiða, tá og um flokkurin kemur aftur í stjórn. Hvat hetta kostar er ikki uppplýst, men hesar yvirtøkur verða dýrar, tað er eyðsýnt, tí talan er um stór og tung øki. Hvussu kann hesin politikkur sameinast við meira sosiala vælferð? Hvussu skal pláss verða fyri at fíggja yvirtøkurnar, samstundis sum pláss skal gerast fyri øktum sosialum útreiðslum? Vit eru eftirbátur á sosiala økinum. Hetta varð í ríkiligt mát skjalprógvað í valsendingini sunnukvøldið 4. januar. Kunnu hesi bæði mál - 24 tungar og kostnaðarmiklar yvirtøkur og øktar sosialar útreiðslur sameinast uttan eitt munandi hægri skattatrýst enn rekordhøga skattatrýstið, sum vit longu hava í dag?
Triðja bein Tjóðveldisfloksins er eitt vinnulív bygt á frælsar marknaðarkreftir. Vinnulívið skal sleppa at virka ótálmað av almennari stýring. Hetta man ivaleyst vera størsta broytingin í politikki Tjóðveldisfloksins. Frá at vera vinstrahallur loysingaflokkur við lyndi til planbúskap er flokkurin vorðin liberalistiskur sjálvstýrisflokkur. Men eisini her er andsøgn, tí flokkurin sigur í sama andadrátti, at vit skulu hava avgjørda búskaparstýring. Hvussu kanst tú hava avgjørda búskaparstýring samstundis, sum tú gevur vinnulívnum púra fríar teymar? Her er enn ein andsøgn.
I sambandi við stýringina verður nógv gjørt burtur úr, at vit takkað verið Karsten Hansen hava ein sunnan búskap. Spurningurin er: hava vit veruliga ein sunnan búskap? Nýggjársdag varð avdúkað í útvarpinum, at stórir og týðandi partar av vinnulívinum eru í djúpari kreppu, og at at tilsvarandi arbeiðsloysi hóttir. Hartil varð avdúkað, at kreppan í stóran mun stavar frá almennari líkasælu og trot á sunnum, mennandi og tryggum karmum um vinnuna. So hetta við tí sunna búskapinum man vera so sum so. At enda skulu vit nevna, at tað í valskrá Tjóðveldisfloksins verður gjørt nógv burtur úr øllum teimum pengum, sum fráfarandi landsstýri, enn einaferð takkað verið Karsten Hansen, hevur samlað á bók ? heilar tvær milliardir!
Merkir hetta ikki við øðrum orðum, at Karsten Hansen og hansara starvsfelagar í fráfarandi landsstýrinum hesi seinastu fimm árini hava tikið tvær milliardir meira í skatti og avgjøldum inn frá borgarunumn, enn tørvur hevur verið á til tess at fáa almennu hjólini at mala? Tað hevur ongantíð verið hildið at vera góður politikkur at taka meira inn í skatti enn neyðugt, fyri at almennu útreiðslurnar skulu kunnu rindast. At breggja sær av hesum júst um sama mundið sum tað er vorðið prógvað, at Føroyar hava heimsins størsta skattatrýst er næstan at spotta landsins hart plágaðu skattgjaldarar.
Sosialurin