hevur latið gera - har teir stóru flokkarnir liggja stavn um stavn - og har endaspurturin tí fer at vera avgerandi. SEINASTA útkallið til valið var fundurin í Norðurlandahúsinum. Spell at fyrireikararnir [...] yvir hesi fólk? TAÐ er okkum ein gáta, at tey fólk í fólkaflokkinum, sum ikki taka undir við hatursherferðini hjá Óla Breckmann, ikki tala at. Og hvussu í allari víðu verð kunnu tit bjóða tykkum fram til [...] alt sætt. Onkur misskiljing var møguliga í sambandi við ein part av greinini, men sum heild hava vit bert endurgivið mannin fyri at hava sagt tað, sum hann hevur úttalað seg um. Og tað er m.a. at flyta arbeiði
na. Vit hugsa her m.a. um ta komandi oljuvinnuna. Hon var nærum ikki tikin uppá tungu. Væl vitandi, at tað enn er ov tíðliga at gera sær stórvegis metingar, tí vit vita ikki, um undirgrundin goymir olju [...] VIT blivu ikki nógv klókari ella ríkari við sendingini í sjónvarpinum um vinnumálini. Spurningurin er um ikki hesin formurin fyri journalistiskari valsending hóskar betur í útvarpsmiðlinum. Tað er líkasum [...] at fáa nakað veruligt orðaskifti. ORÐASKIFTIÐ um vinnumálini snúði seg mest um fisk. Og tað er heldur einki skeivt í tí. Men tað er líkasum, at vit fáa ikki tað grundleggjandi fram, nevniliga vissiónir
. Eingin ivi er um, at hetta er rættur hugsunnarháttur, spurningurin tá vil so bara vera, um vit ikki kortini verða ?opslugt? av teimum stóru! Tíðin fer at vísa, um samanleggingin var røtt og til gagn [...] eginognina. Hon er uppá góða milliard kr. HÓAST tað nú eftir øllum at døma er komið á mál, so restar enn góðkenning frá eitt nú eftirliti. Hon fer at koma innan fyri nakrar mánaðir. TAÐ er nýggja lógin um avtøku [...] útlendsk tryggingarfeløg hava ikki loyvi at tekna tryggingar í Føroyum. Tað verður tó mett at vera ein tíðarspurningur til henda forðingin er burtur. NÓGV hevur verið sagt og skrivað um tryggingarmonopolið gjøgnum
sum ikki sær fram til at síggja Óla Breckmann ella annan høgravendan fólkafloksmann í løgmanssessinum, at taka veljarakanningina hjá SVF í størsta álvara. Hon er ein álvarslig og greið ávaring um, hvat [...] vælferðarsamfelagnum Føroyar. Tað skal vera vón okkara, at ikki bert javnaðarflokkurin men eisini aðrir flokkar og her hugsa vit ikki minst um tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin, fara at gera alt fyri [...] NÚ eigur ein altíð at vera varin og ikki taka eina veljarakanning fyri nakað fult og heilt. Talan er oftani um eina kanning, sum bert byggir á lutfalsliga lítið tal av veljarunum. Tá vit hava donsku v
sjabbinum um loysing her og nú men er farið yvir til at tosa um ein sjálvstýrisútvikling yvir eitt so og so langt áramál. Tað var nettup hetta, sum javnaðarflokkurin legði út við í sínum uppskoti um stjór [...] í arbeiðið longu í fyrireikingini. Við ikki at gera tað, kann henda, at andstøðan í eini tingviðgerð heilt fer uppá bakbeinini, tí hon kennir seg svikna og ikki tikna við uppá ráð í nøkrum. MEN hinvegin [...] fyrr at hava tosað um loysing verður nú bráddliga tosað um eina møguligan langan og liðiligan útvikling, sum skal skipast á ein siviliseraðan og demokratiskan hátt. Ongin ivi er um, at nýggju og yngri
Okkurt bagir logikkinum, um samgongan trýr, at hon fyrst kann halda javnaðarflokkin uttanfyri ávirkan, fyri síðani at biðja um tess stuðul undan eini fólkaatkvøðu, sum loksins verður hon, ið skal tryggja ella [...] heimiðla landsstýrinum at taka upp samráðingar við danir um ein serstakan sáttmála millum londini. Hann vónar, at vit fáa eitt aðalorðaskifti um spurningin helst so tíðliga í tingsetuni sum gjørligt. Allur [...] Allur hesin spurningurin er so álvarssamur og umfatandi, at vit eiga ikki bert at fáa eitt aðalorðaskifti á tingi um málið. Fjølmiðlarnir eiga saman við teimum fólkavaldu at skapa grundarlag fyri einum
fór ikki at atkvøða ímóti stjórnini um Hvítusunnupakkan, tí hon hevði givið føroyingum eina so góða avtalu og hann hevur eisini sagt, at kanska fór hann at vera ?í góðum lag? nakað aftrat og ikki beinanvegin [...] Jóannesi Eidesgaard. Hann var júst tað neyðuga jarnbrotið, sum skuldi til at fáa menn sum Nyrup og Lykketoft á glið og broyta kós móti Føroyum. Hesum eigur hann rós fyri. Um tað ikki er skomm skapt í fólk [...] avtaluna við danir, har hon sigur seg ikki vilja leggja seg út í føroysk viðurskifti aftur, eiga vit at síggja føroysku fólkatingsumboðanina sum eina heild, ið saman ger av, heldur ikki at leggja seg út í donsk
NÚ var hon so endaliga samtykt av bæði føroyingum og dønum, nógv umrødda avtalan frá 10. juni. Samanumtikið tykist at vera semja um, at avtalan er góð fyri Føroyar. Spurningurin er nú, hvussu vit koma [...] teir ikki tóku undir við tí avtalu, sum ÓB sigur seg eiga lívið í? Nú sleppur hann so at royna teg. DANSKI javnaðarflokkurin hevur við hesi avtaluni tikið í egnan barm og gjørt sítt til at betra um tey [...] hjá samgonguni. EINS og spurningurin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hevur týdning at fáa eina sakliga og miðvísa viðgerð, halda vit eisini spurningin um, hvat vit vilja vit tí føroyska samfelagnum
fegnir um innihaldið í avtaluni, so vóru tað kortini fleiri røddir frammi undir viðgerðini á tingi um, at karmarnir um avtaluna eru ikki teir røttu. M.a. hevur javnaðarflokkurin víst á, at tað var skeivt [...] tann partin av avtaluni, sum snýr seg um framtíðar sjálvstýris/loysingarpolitikkin. UMBOÐINI fyri landsstýrið eru tó ikki í iva um, at avtalan er góð øll sum hon er. Víst verður serliga til samlaðu upphæddina [...] uttan fyri ríkisfelagsskapin. Hóast danska stjórnin týðuliga hevur sagt, at hon ikki fer at leggja seg út í hetta orðaskifti, tí hon heldur tað eigur at fara fram í Føroyum fyrst, so hava vit longu fingið
Eitt var so tað, at hon var vorðin farleiðin hjá tí meiniga føroyinginum, sum nýtt høvi til at fara á innkeyp ella rætt og slætt at ferðast til hetta okkara so vakra grannaland. Hinvegin bar hon eisini [...] Og her var Skotlandssiglingin ein so avbera góður møguleiki. NÚ er hann so ikki til longur, og tí kann tað kanska vera ?umsonst? at tosa um hann. Vit gera tað kortini, tí hóast siglingin ikki er longur [...] heldur ikki so lítið. STRANDFERÐSLAN hevði bygt upp ein nýtt ferðamynstur - eina farleið, sum - hóast hon gav undirskot - tó mentist fyri hvønn dag. Siglingin millum Føroyar og Skotland alt árið var einki