samanrenning millum tað gamla føroyska sniðið uttaná”, “sum líkist tí gamla, sum vit kenna úti frá av Reyni í Havn” og frá “nýggjaru summarhúsunum við Gjógv” verða brúkt í umsóknini um at byggja [...] til meira enn hæddin á einum av húsunum á 3D myndini. Viðvíkjandi sniðinum er fyrst og fremst tað galdandi, at húsini eru munandi størri enn tey húsini, t.d. á Reyni, ið sipað verður til. 60 m2 er [...] verður ongantíð talan um annað enn vánaligt kopi av føroyskum byggisiði og sniði, og tí eigur Sunda kommuna at umhugsa støðuna enn einaferð, millum annað av hesi orsøk. PS. Summarhúsini við Gjógv hava
Tónaskaldið Kári Bæk hevur, við íblástri úr málningum hjá Tórbirni Olsen, Frimod Joensen, Ingálvi av Reyni og S. J. Mikines, sett eina myndasýning í tónar. Tað er gittarleikarin Ólavur Jakobsen, ið framførir
Vit vóru sjey sum fóru niður við. Johannes í Funningsstovu kom sjálvur við sum kendur maður. Tað var av besta veðri. Eg var eisini við Marshall í 1920 á Suðurlandinum. Hetta ár gjørdist eitt feigdarár. Ikki [...] lækna. Tá var tað lungahindubruni. Heerup var lækni tá. Eg bleiv tríggjar ferðir tappaður frá síðuni av materiu. Hann óttaðist fyri tuberklum, sum tá gingu so illa. Einasta viðgerð, eg fekk, var eitt stórt [...] stórum kassum. Men tað var so fólk á landi at taka ímóti. Andrias í Horni fekk altíð 200 punds sekkir av mjøli. Harald í Syðradali bar hesar sekkir í fetli heilt niðan í mjølstovuna hjá Andrias. Hetta var
vóru foreldur Andreasar. Jógvan hjá Vektaranum doyði ungur, og trý av børnunum vuksu lutvíst upp hjá Johonnu Jacobinu við Brunn. Tvey av teimum giftust í Nólsoy. Tey vóru Andreas Joensen og Johanne Joensen [...] Óli Jacobsen Henda greinin er um brøðurnar Carl Ljot og Albert C. Joensen.Teir vuksu upp úti á Reyni í grannalagnum hjá mineralsvatnsfabrikkin Ydun. Albert fór sum ungur at arbeiða har, og var hann á virkinum [...] ógiftur, gjørdist bert 18 ára gamal Richard (1914-1996) giftist við Kirstin Mikkelsen (1917-2003) av Tvøroyri. Tey fingu fimm børn. Pápasystkini hjá teimum báðum vóru: Joen Pauli Joensen, kallaður Pallin
teir komu á marknaðin. Eisini her hjá okkum vóru teir nógv seldir bæði sum Austin og Morris. Sigird av Reyni seldi Morris og Charles Mauritzen & Co seldi Austin. Bilarnir vóru teir somu við hvør sínum navni [...] hevði skift navn til Robert P. Brockie & Co, og Derek Brockie, beiggi Alan, hevði tikið yvir søluna av bilunum við navninum »Bilcentrið«, ið seinni bleiv broytt til »D. B. Bilar«. Alan arbeiddi annars í
Hinir vóru Jens Pauli av Reyni og Leivur Trónd Hansen. Aksel hevur verið ein av undangongumonnunum í felagnum og tað eru ikki so fá íslandsross, hann hevur fingið til landið. Orsakað av heilsuávum er hann [...] egnum ísvirki. Skipini sum teir varða av eru: Brestir, Mýlingur, Kallsevni og Grímur Kamban. Aksel hevur altíð havt stóran áhuga fyri rossum og ríðing, og var hann ein av teimum, sum stovnaðu Føroyinga Rí [...] sambandi við teirra felags áhuga fyri rossum. Aksel er føddur og uppvaksin í Havn, sonur Annu, f. Joensen, av Eiði, og Poul Hansen, heilsølumann, ættaður úr Vestmanna. Liðugur við realskúlan fór Aksel í bankalæru
at 65 ár eru liðin síðan Sigird av Reyni í 1947 stovnaði fyritøkuna, sum í dag er Reyni Service, verður skipað fyri afturhvarvi leygarkvøldið 14. apríl. Sigird av Reyni hevði bæði bilverkstað og el-in [...] i í Rættará, har fyritøkan helt til fyrstu árini. Hóast Sigird alla tíðina hevði umboðið og søluna av bilum um hendi, høvdu aðrir verkstaðin undir hond, fyrst Frits Jensen og seinni Sverri Djurhuus. A [...] stórur fyri hesum tiltakinum, og framvegis er møguleiki at tekna seg til hjá Marian Juul Pedersen hjá Reyni Service, ið samskipar tiltakið sum byrjar kl. 19. Á myndini eru Sverri Djurhuus og Frits Jensen til
Arnhild Hammer av Eiði og Jens av Reyni í Havn. Beinta hevur búð í Danmark síðan hon var trý ara gomul. Abbi hennara var Jens Pauli av Reyni, sum var beiggi kenda listamannin Ingálv av Reyni. Fyrst í 90-unum [...] verkum hjá listakvinnuni Beintu av Reyni, sum er føroysk og býr í Danmark. Dagmar Warming listfrøðingur greiddi frá bókini, sum hon hevur skrivað um listakvinnuna Beintu av Reyni í sambandi við hesa framsýningina [...] inni. Hugamyndir sum hesar avmyndar Beinta av Reyni í sínum málningum”. Bókin, sum er 53 blaðsíður, er skrivað á bæði føroyskum, donskum og enskum. Beinta av Reyni er fødd í Havn í 1970 er í dag 37 ára gomul
Ingálvi av Reyni (1920-2005), eru tær nýggjaru bygdar á listarligar ásannanir, sum Picasso legði fyri. Íblástur sæst eisini á tí tálmaða litavalinum, ið eyðkennir kubismuna frá 1908, sum Ingálvur av Reyni [...] og assymetrisk, uppbygd av tvørgangandi skáklinjum í einum klaustrofobiskum myndarúmi uttan ein savnandi miðdepil. Allar umhvarvsstrikur eru knívhvassar og eitt nú enda nógvir av teimum kvinnuligu formunum [...] a grundarlagnum, sum myndin er bygd á og sum óivað er ávirkað av uppdagingum í samtíðini, m.a. relativitetsteori Einsteins, har virðið av t.d. tíð og rúmi gerst treytað. Eitt tað mest merkisverda við
farvuspæl hjá nærum øllum hesum listafólkunum, um tey so eru abstrakt sum Ingálvur av Reyni. Av og á sakni eg, at eldra ættarliðið av listafólkum og tey yngru, ið tó ganga aðrar vegir, kastaðu seg yvir gerandisdagin [...] sløgini av list. Mest áhugaverdur var Bill Viola frá USA við verkinum "Five Angels for the Millenium", ið er ein monumental videoinstallatión, ið snýr seg um eina sublima kenslu av menniskjans fatan av vatni [...] verið framsýndur á Millenium Dome í London í 2000 og í Biennalini í Venedig í 2001. ARoS er nú eigari av hesi hyperrealistisku standmynd, ið tó er so stór, at hon er púra fremmand. Donsk og útlensk list Nýggja