Reyni Service er ein fyritøka, sum er kend fyri at geva kundum sínum eina dygdargóða tænastu á høgum støði.
Teir vóru t.d. fyrsta bilasølan í landinum, sum fekk serligu góðsku viðurkenningina "kvalitetstandard" frá DAF (Dansk Automobilforhandler Forening) í oktober 1998.
Í 2003 fingu teir enn eina viðurkenning, tá var farið undir standard- góðkenningina sum Toyota setir sínum umboðum. Tað er ein serliga umfatandi gjøgnumgongd av øllum mannagongdum ið nevnist TSM (Toyota Service Management).
Plátu- og lakkverkstaðurin hjá Reyni Service hevur alla ta nýggjastu útgerðina, sum krevst til ein slíkan verkstað, og alt er góðkent av arbeiðseftirlitinum. Hvørja viku verða millum 20 og 40 bilar umvældir á verkstaðnum, alt eftir hvussu umfatandi skaðarnir eru.
Á hesi deildini eru 12 starvsfólk. Deildarleiðarin Páll av Teiginum sigur, at øll eru vælkomin at fáa eitt óbindani tilboð frá teimum, teir umvæla øll bilmerkir. Bíðitíðin er vanliga millum 1 og 3 vikur
Bleytar buglur og rútar
Ein lutfalsliga nýggj tænasta hjá plátu- og lakkeringsverkstaðnum er umvæling av sonevndum "bleytum buglum". Hetta eru buglur, har lakkið ikki er brostið. Buglan fæst burtur uttan spartling, slíping ella lakkering. Endamálið við hesum er at gera umvælingarnar munandi biligari, har tað ber til. Hesum arbeiði stendur Bergur Álaberg fyri. Serkøn fólk úr Danmark hava verið í Føroyum og lagt teimum lag á, soleiðis at umvælingarnar verða gjørdar eftir forskriftunum.
Ein onnur tænasta er viðvíkjandi rútum. Um ein bilur kemur inn vð brotnum rúti, verður hesin skiftur beinanvegin - um hann er á goymslu. Eisini hevur verkstaðurin ta mest framkomnu útgerðina at skifta rútin við.
Er talan um smá støkk, har ongin riva er í, hevur verkstaðurin serútgerð til slíkar umvælingar. Tó má hetta ikki vera gjørt í sýnsøkinum hjá bilføraranum.
Vatnbaserað lakk
Reyni Service hevur blandistøð og røttu útgerðina til vatnbaserað lakk, ið er munandi betri fyri umhvørvið, enn tað sum hevur verið brúkt áður. Lakkblandistøðin verður støðugt dagførd umvegis internetið. Hetta merkir, at í somu løtu sum nýggir litir, broytingar o.a eru lagdir út, kann lakkið blandast.
Tryggingarskaðar verða sýnaðir til ásetta tíðir, og síðan fær kundin eina tíð at koma við bilinum til umvælingar. Vit hava spesialiserað okkum í øllum frá smáum bleytum buglum til stórar umfatandi skaðaumvælingar, sigur Páll av Teiginum.