Amariel fyllir 75

Virkni listamaðurin úr Klaksvík hevur stóran dag í dag

– Kennir tú fólkini, sum eru so rólig, at tú blívur óróligur av teimum?

Soleiðis tók Amariel Norðoy til, einaferð eg gjørdi prát við hann um eina framsýning. Eingin kann ákæra Amariel fyri at vera so róligan, og sjálvur legði hann flennandi afturat:

– Læknin hjá mær segði við meg, at eg eri nógv verri enn damp.

Í dag verður tann blíðsníðaði og virkni listamaðurin Amariel Norðoy 75 ár. Hann hevur í meira enn hálva øld verið listamálari – serliga eftir at hann sum 29 ára gamal tók stigið og søkti á Kunstakademiið í Keyp­mannahavn, varð tilveran fyrst og fremst eitt lív við litum og list.

Frammanundan hevði Amariel verið til skips, tikið útbúgving sum skipasmiðjur í Klaksvík og hevði putlast við list í frítíðini frá arbeiðnum.

– Tað vóru serliga Ingálvur av Reyni og Janus Kamban, sum koyrdu undir meg, so at eg søkti inn á Kunstakademiið. Eg ivaðist stórliga í at søkja, tí kanska vildi eg ikki verða vigaður, men Janus segði bara við meg, at antin fært tú eitt »ja« ella fært tú eitt »nei« – og tað gjørdist eitt ja, greiddi Amariel Norðoy frá í einari samrøðu við Sosialin, tá ið hann varð sjeyti.

Við avgerðini um at fara á lista­skúla beint fyri 30 ára føðingar­dagin tók lívið hjá Amariel eina nýggja leið. Nú var tað ikki list í ledigum løtum, nú var tað listin fram um arbeiðið. List sum lív og arbeiði – ein samangrógvin partur.

– Tá eg hugsi aftur, so dugi eg ikki at ímynda mær, at lívið hjá mær endaði aðrastaðni enn í list­ini. Tað mátti verða so, og eg kundi ikki ímyndað mær at brúkt lívið til annað, sigur Amariel.

– Eg skal viðganga, at tað eisini hevur verið tungt til tíðir, og eg havi onkuntíð spurt meg, hví eg havi funnið upp á hetta. Men tá ið alt kemur til alt, so var tað hetta eg vildi, og eg havi eisini kempað meg ígjøgnum tær strævnu tíðirnar.

Amariel var føddur beint eftir seinna veraldarbardaga, og upp­vøksturin var í avbjóðandi eftir­krígstíðini, tá ið korini vóru trong hjá mongum í Føroyum. Fólk trúðu tó upp á eina framtíð við friði og framburði, og í fimti­ árunum stríddust fólk sítt dagliga stríð – eisini á Stongunum í Klaks­vík, har uppvøksturin hjá Amariel var.

Amariel var nummar fimm av tíggju systkjum, og tilveran ferðaðist rundan um útróðrar­bátin Norðan og lívið á Stong­unum. Sum hjá nógvum øðrum klaksvíkingum gjørdist brøðra­samkoman eisini partur av upp­ vøkstrinum hjá Amariel.

Lívið í Klaksvík í fimti­ og seksti árunum – útróður, sam­koma, dagligt strev og tankar um eksistens – eru grundarlagið undir listini hjá Amariel, sum hevur ferðast víða og upplivað nógv, men altíð endar aftur í grundar­lagnum undir lívinum og listini.  Teamið »Útróðrarbørn – sálmar lívsins« hevur gjøgnum nógv ár bjóðað málningar, har deksbáturin Norðan er í miðdeplinum, har fólk daga framúr teimum døkku ella litføgru málningunum, og har tankar um lívið síggjast aftur í skiftandi ljós­- og litspæli við fugl­um, náttúru og sjógvi.

Í samrøðuni við Sosialin segði Amariel Norðoy soleiðis um lívið við listini:

– Eg havi í lívinum støðugt flutt meg. Eg havi verið á einum siglandi skipi, og tú mást sigla, um horisonturin skal broytast. Eg havi eisini siglt framvið skipum, sum hava lagt stilt, men skalt tú uppliva nýggj ting og broyta teg, mást tú sigla.

Amariel Norðoy er búsitandi í Keypmannahavn, har hann heldur 75 ára føðingardagin í dag.