Ambient og laidback makrel deja vu

Millum nýggjastu og mest forkunnugu tónleikanøvnini á ársins Asfalt er bólkurin Steso, ið er mannaður við kendur andlitum Navnið stavar frá filminum ?Nordkraft?, har ein av høvuðspersónunum eitur so. Hergeir Staksberg, ið kanska best er kendur sum fyrrverandi bassistur í bólkinum Makrel, er høvuðsmaðurin í bólkinum. Sum artistnavn ber Hergeir tó navnið Jonathan Glass, og sigur hann filmspersónin Steso minna um seg sjálvan á mangan hátt - áhugin fyri bókum, tónleiki, kærleiksstøðum og so framvegid. Ja, sum heild lívsstílurin og sinnisstøðan. Steso er Staksberg og umvent. Tónleikurin er atmosferiskur, ambientur, laidback og down tempo, sigur Hergeir. Ljóðførini eru el- og kassagittarar, floyta, fartelda, ljómborð og røddir. Tekstirnir snúgva seg um at kenna seg uttanfyri normar og rammur. Afturat sær hevur hann aðrar navnframar tónleikarar, ið eisini eru barnsdómsvinir hansara. Hesir eru Rólant av Reyni, Líggjas Olsen og Flóvin Viderø. Av tí, at bólkurin er so nýggjur, skal fyrivarni takast við, at onkur broyting verður kanska við atliti til manningina. Vitjið forkunnuga nýggja bólkin á Myspace.com/147488317

 

tíðindaskriv