Lív & List
Dagfinn Olsen
Hann er ein av kendu havnarmyndunum. Og myndir er júst tað, ið hann evnar burturúr Havnini, tó at hann eisini finnur myndevni uttanfyri høvuðsstaðin.
Rasmus Rasmussen er tey seinnu árini rættiliga vorðin kendur og vælumtóktur fyri sínar frálíku klippmyndir. Men hann dugir annað og meira og er ein, ið fær tað mesta at rigga, ið hann fer í holt við. Hann er handverkari og fittur í hondunum.
Tað bera eisini hús hansara boð um. Tá eg skal greiða myndamanninum frá, at húsini hjá Rasmusi standa í Mammulág í Havn, beint omanfyri viðarlundina, so er skjótt hann raknar við, tá eg greiði frá húsunum. Gul og sermerkt við ymsum útskornum á til prýðis.
Innkomin leggur ein beinanvegin til merkis allar lutirnar á vegginum, ið avgjørt mugu hava sína søgu, vøkru rundu hurðarnar, myndirnar av gomlum havnarmonnum - familjan, og myndirnar eftir William Heinesen, ið var granni og systkinabarn mammu Rasmus. Hana kenna tey flestu eisini, tí hon nevnist Rigmor Restorff.
Rasmus tekur fegin ímóti, bjóðar kaffi og prátið gongur beinanvegin. Blaðmaðurin er hvørki komin úr jakkanum ella hevur fingið pennin fram, men Rasmus greiðir livandi frá, prátar, so at talan verður ikki um samrøðu, men hugna og eitt rættiligt kaffiprát um alt millum himmal og jørð.
Sum at loysa krossorð
? Eini 14 nýggjar myndir eru á sýningini mánadagin, mest myndevni úr Havn, sigur Rasmus, sum tó leggur dent á, at tað meira enn so kemur fyri, at hann hevur myndevnini av bygd. Hann hevur t.d. gjørt jólamerki og telegram og minnist skemtiliga aftur á ólavsøkuna, tá hann sat og klipti ein jólakalendara fyri Barnabata.
? Tað var tungt at sita inni og klippa nissur, meðan bygdamenn dansaðu føroyskan dans á gøtuni uttanfyri, lær Rasmus.
Myndirnar hesaferð eru stórar, men stílurin annars eyðkendur.
? Kanska ein fer meira í smálutir nú, men hetta við at klippa, er sum at loysa krossorð. Onkutíð kemur meira burturúr, enn aðrar tíðir. Ein kann lata tað liggja og so taka fram aftur. Tað er gott, at eg havi tað sum ítriv, tí tað er sum at leika eitt ljóðføri. So vælsignað at taka fram, tá íblásturin er har, sigur Rasmus, ið ikki er fremmandur fyri tónleikinum. Hann hevur leikt í hornorkestri og var eisini við í Gogguni, har mamman, Rigmor, eisini leikti.
? Tað er ein gleði við tí, sum verður gjørt, tá tað er ítriv, sigur Rasmus, ið hevur sín stíl og ikki ætlar at broyta hann, tí hann sær onga orsøk, men vil heldur leggja seg eftir at gerast dugnaligari.
? Selji eg eina mynd, so gevi eg ein part av mær sjálvum. Føroyingar meta ofta abstrakta list sum..., ja, snobbarí! Onkur segði um Ingálv av Reyni, at hann roynir og roynir, men fær tað ikki at líkjast, smáflennir Rasmus, ið ikki ætlar sær at gerast abstraktur, bert fyri at vera abstraktur.
William segði nei
Rasmus hevði á ungum árum ætlanir um at fara til Danmarkar at útbúgva seg innan list og klipp. Men systkinabarn mammuna, tann sjálvlærdi úrmælingurin við saksinum, William Heinesen mælti honum frá, tí hann helt, at gott var, sum tað var.
Rasmus skilti tá ikki heilt, men hevur seinni ásannað, at óivað hevði verið truplari at úttrykt seg, um onkur professari hevði lagt lag á av nýggjum og mælt til ymisk litbland og at pappírsvalið skuldi vera so ella so.
Um byrjanina sigur hann, at kanska byrjaði klippingin í Nonnuskúlanum, har ofta nógv var gjørt við klipp, men verulig gongd kom ikki á, fyrr enn umleið 1982. Tá mælti ein systir honum til at sýna fram og sýningarnar hava verið mangar síðani og tað er eingin loyna, at ofta verður alt nærum rivið burtur eftir lítlari løtu, tá Rasmus sýnir fram.
At tora
Prátið gongur av tí allar besta og tað skal brátt vísa seg, at lyklaorðið í kaffiprátinum omanfyri viðarlundina hóskvøldið 2. november 2000 er at tora.
Stovan er full av søguligum lutum. Enntá eitt so vakurt chatol, ið fyri tað kundi verið keypt fyri dýran penga. Men sum øll húsini sum tey eru - bæði innan og uttan, so hevur Rasmus sjálvur evnað til.
? Tað ræður bara um at tora. Líkamikið hvat ein byrjar uppá, sigur húsavørðurin Rasmus, sum sipar til húsini, ið hann sjálvur hevur bygt, hann sipar til klippingina, tað at sýna fram, at hava sett 3 børn í verðina, altavbjóðandi starvið sum húsavørður hjá Serforsorgini, men hann sipar sanniliga eisini tosar um lívið, har ein eisini skal tora.
? Ein skal gera nakað fyri seg sjálvan. Skal ein verða nøgdur, má ein gera nakað fyri tað. Bumsurin í Fælledparkini heitti á Várharra um at lata seg vinna eina millión, men Várharra svaraði, at so hevði ikki verið so býtt, um hann keypti sær ein lottoseðil fyrst, sigur 56 ára gamli Rasmus, sum hevur funnið seg til sættis, eftir at hava verið giftur tvær ferðir og sum virðismetir heimliga hugnan, tí hann hevur eisini roynt at vakna úr svøvni undir minni heimligum umstøðum, við glerpípum í skegginum.
? Alt snýr seg um at tora, sigur Rasmus og sipar til týdningarmiklar avgerðir, so sum t.d. hjúnarskilna, har ein skal tora og vera til reiðar at taka avleiðingarnar. Eisini um ein býr í einum pinkusamfelg, sum Føroyum, har slatur er gott undirhald.
? Men ein skal eisini tora at vera øðrvísi og ikki leggja í slatur og jantelóg, sigur Rasmus, sum er einsamallur undir lonini við yngsta soninum, og hann metir vera ikki sørt frekt, at tá hann hevur hildið føðingardag fyri soninum, so spyrja fólk, hvør nú hevur bakað - mestur omman!. Somuleiðis, tá okkurt nýtt plagg sær dagsins ljós.
? Og konufólk, sum koma innar undrast, so hugnaligt er inni og so væl urtapottarnir trívast, tí tey vænta at finna ein einsamallan mann, ið situr á einum ølkassa undir einari berari ljósperu og klippur. Men tað snýr seg um at tora og tora at taka avleiðingar. Er ein øðrvísi, so má ein standa við tað, sigur Rasmus og endurgevur ein kendan havnarmann, ið gav gott svar, tá Rasmus segði við hann, at hann var ikki sum hini fólkini.
? Teimum er nokk av, var svarið.
At tora, hugsar blaðmaðurin - meðan pennurin er einar 10 -12 reglur aftanfyri prátið - hvussu nógv av hesum tori og klári eg at endurgeva fyri lesarunum? Men prátið strýkur avstað við miklari ferð og ferðast víða og hart sperdi pennurin griflar víðari.
Familjan
At myndevnini ofta er úr Havn grundgevir Rasmus við, at í Havnini gongur hann alla tíðina. Men ofta kann listamaðurin ganga ofta framvið, áðrenn eygað fangar uppløgdu myndevnini.
? Eg kann kalla meg 100% havnarmann, sigur Rasmus, sum tó viðgongur, at samanrenningin av Restorff og Rasmussen kanska er heldur løgin og í andsøgn við seg sjálvan.
? Abbin í Restorff ættina var dani og bakaði breyð, meðan hin abbin var Rasmus Rasmussen, Rasmus á Háskúlanum. Boð um ramligt føroyskt. Men hóast í andsøgn, so var talan um mentan í báðar ættir, ikki bert Háskúlaættina, tí tað at baka er helst eisini mentan, sigur Rasmus við einum smíli.
? Restorff ættin er kend fyri list og tónleik. Hvussu við Rasmussen ættini?
? List er so mangt; at knýta sær lissurnar er list ella ein kunstur. Somuleiðis at steikja sær egg ella at liva lívið rætt. List er ikki altíð okkurt vakurt og fýrakantað á vegginum, sigur Rasmus, sum heldur vera heldur einsamalt at klippa, tí er talan t.d. um at spæla horn, so ber altíð til at tosa um tað við onkran.
Myndamaður og blaðmaður takka fyri kaffi, meðan Rasmus greiðir frá ymsum av tí forvitnisliga á vegginum. Har hanga m.a. violinin hjá øðrum abbanum og lummaurið hjá hinum. Myndamaðurin knossar tungu taskuna uppá herðarnar, meðan blaðmaðurin vissar seg um, at blokkurin er undir arminum, so hann ikki endar sum tilfar til klipp hjá Rasmusi.
Vit leita út í kvøldarmyrkrið og vakra aldingarðin, ið randar vøkru húsini, meðan Rasmus vissar okkum um, at klipp og hondverk hongur saman og at eins og í øllum lívsins viðurskiftum, so ræður um at tora.
Rasmus Klipp nýtir summarið til húsini og veturin til klipp og hann sannar, at hann arbeiðir best um náttina, so hvør veit, um leiðin ikki hevur verið vís inn í væl útgjørda arbeiðsrúmið, eftir at mynda- og blaðmaður eru horvnir í heystmyrkrinum?.
Mánadagin verður møguleiki at síggja úrslitið av einsamøllu klippunum á náttartíð í Mammulág omanfyri viðarlundina í Havn. Framsýningin verður at síggja alla vikuna í SMS og letur aftur leygardagin.