Allir borgarar í Saksun mótmæla

Tey átta fólkini, sum búgva í Saksun, mótmæla nú ætlanunum hjá Sunda kommunu um at loyva summarhúsbygging

Í yvirlýsing, tey hava sent fjølmiðlunum siga tey soleiðis:

»Vit undirritaður borgarar í Saksun hava staðfest, at Sunda kommuna fyrilitarleyst er farin at inndraga jørð frá bygdafólkið fyri at sleja til tilvildarligar verkætlanir, ið eru óynsktar.

Tí seta vit her fram krav um, at Sunda kommuna fer undir at broyta og minka útlagda bústaðarøkið í byggiplaninum fyri Saksun«.

##med2##

Í kæru til Yvirfriðingarnevndina skrivar ein føroyskur arkitektur, sum ynskir at vera dulnevndur, soleiðis:

»Spell, at argument, sum “at tey eru ein samanrenning millum tað gamla føroyska sniðið uttaná”, “sum líkist tí gamla, sum vit kenna úti frá av Reyni í Havn” og frá “nýggjaru summarhúsunum við Gjógv” verða brúkt í umsóknini um at byggja summarhús í Saksun.

Fakta er, at hesi húsini á ongan hátt hava nakað sum helst við siðbundnan føroyskan byggisið at gera! Hvørki í stødd, vavi ella sniðið og aldeilis ikki, tá talan er um staðseting.

3D visualisering er løtt at “snýta” við. Myndin av økinum í Saksun tykist ikki røtt. Tað sær út til, at 2 m hæddarkurvarnar eru fataðar sum 1 m kurvar.

Tí tykist lendið rættuliga slætt. Fakta er, at hallið frá vegnum oman á áarbakkan er millum 8 og 9 m og longdin (breiddin) 49 m (mált mitt á breiðasta partinum á stykkinum. Tað svarar í hæddarmuni til meira enn hæddin á einum av húsunum á 3D myndini.

Viðvíkjandi sniðinum er fyrst og fremst tað galdandi, at húsini eru munandi størri enn tey húsini, t.d. á Reyni, ið sipað verður til. 60 m2 er áleið tvær ferðir so stór hús sum typiska húsið úti á Reyni.

Støddir á vindeygum og hurðum eru so langt frá siðbundnu gomlu ditto, sum sleppast kann.

Fyri umleið 150 árum síðan tók eitt nýtt snið seg upp í føroyskari bygging. Talan var í allarflestu førum um tvær støddir av húsum, sum, mótsett gomlu lonunum í einaru hædd við reising, nú vórðu bygd við laðaðari grund, miðhædd og lofti. 9x11 og 11x13 alin vóru víddirnar. Tað vil siga, at størra sniðið var í mesta lagi 51,5 m2 og minna sniðið í mesta lagi 36 m2.

Annað, sum frá aldargamlari tíð hevur gjørt seg galdandi í føroyskari bygging er reisingin á húsunum. Neyvan finst nakað uppruna føroyskt hús við 45 stiga takhalli, sum hesi ætlaðu húsini síggja út til at hava. Triðingsreising, við skálki -skálkareising- er tann takeisingin, ið tykist vera serføroysk, og tað ikki uttan orsøk. Flagtekjan skuldi helst vera liggjandi, tí tá í tíðini var hon lívsneyðug. Ikki fyri útsjóndina, men sum veðurverja og sum vekt at halda húsunum, tá stormar vóru. Tí júst hetta hallið og tí skálkarnir á sperrunum

Einki á 3D myndini indikerar, at talan verður um triðingsreising og slett ikki skálkareising.

Í Saksun er eitt av allarbestu dømunum, vit eiga, um hús, staðsett og bygd eftir umhvørvi og umstøðum.

Dúvugarðar!

Hví í Harrans navni skal leitast til Havnar eftir einum dømi um siðbundna bygging, tá kanska besta dømið um dygdarhús, bygt á siðbundnan føroyskan hátt, er staðsett minni enn 900 m frá grundstykkinum? Og tá serliga, tá argumentini um “føroyskt” snið als ikki halda?

Kanska tí at Dúvugarðar eru ov nær við, og at samanberingin tí gerst uppløgd?

Óansæð hvat, er og verður ongantíð talan um annað enn vánaligt kopi av føroyskum byggisiði og sniði, og tí eigur Sunda kommuna at umhugsa støðuna enn einaferð, millum annað av hesi orsøk.

PS.

Summarhúsini við Gjógv hava heldur einki við siðbundnan føroyskan byggisið at gera, tíverri.«

HER sæst kæran, sum borgararnir í Saksun hava sent Yvirfriðingarnevndini.