Í sambandi við Heystframsýningina í Listarhøllini á Tórshavnar Skipasmiðju, fer Aldubáran at hava konsert, har tey framføra tvey nýggj føroysk verk.
Páll Sólstein hevur skrivað verk eftir yrking hjá Haldur Suna Johansen. Yrkingin nevnist »Vón«, og er tað eisini heitið á tónleikastykkinum. Páll framførir sjálvur á horni, og afturat sær hevur hann Ólav Olsen á trompet.
Tónaskaldið Kári Bæk hevur, við íblástri úr málningum hjá Tórbirni Olsen, Frimod Joensen, Ingálvi av Reyni og S. J. Mikines, sett eina myndasýning í tónar. Tað er gittarleikarin Ólavur Jakobsen, ið framførir hetta verkið. Verkið er skrivað júst til hansara, og verður tað frumframført til hetta høvið.
Sámal Petersen framførir eldri verk eftir Kristian Blak, og áhoyrararnir fara eisini at hoyra lættleikan í fronskum og italskum tónum. Tað eru tær báðar Andrea Heindriksdóttir og Christina Andersen, ið borðreiða við hesum á ávikavíst floytu og fagott.
Konsertin er í dag klokkan 16 í Listarhøllini í grøna bygninginum á Rundingi á Skipasmiðjuni í Havn. Fyrireikararnir siga, at konsertin varir slakan tíma ? og høvi býðst sjálvandi at skoða verkini á Heystframsýningini 2009 innan og eftir konsertina.
Tónleikarar:
Andrea Heindriksdóttir, floyta
Christina Andersen, fagott
Páll Sólstein, horn
Ólavur Olsen, trompet
Sámal Petersen, violin
Ólavur Jakobsen, gittar