tíð var stigtakari og hevur verið formaður í Bátafelagnum á Toftum øll árini. Hetta er seytjanda ferðin, at bátafestivalur verður hildin á Toftum og í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í sølubúðirnar í [...] fólki hvørt einasta ár. Hetta ger, at tað ber til, tí uttan hesi gjørdu vit einki. Tað er upplivingin av at hava sæð bæði børn og vaksin hugna sær á undanfarnum festivalum. Hetta hevur givið okkum orku og [...] verið ein spennandi tíð saman við góðum fólkum. Summi hava verið við allan vegin og onnur tað mesta av vegnum, men tíbetur eru nýggir spírar lagstir aftrat so við og við. Hetta hava verið 17 ár við góðum
hevði Alfred Olsen ikki eingong atkvøtt fyri sær sjálvum á Toftum, tíansheldur nakar av teimum yvir 300, sum høvdu atkvøtt fyri honum á Toftum til seinasta løgtingsval. Ein sensasjón uttan sín líka. Fyri [...] hvør veljari sat heima, tí tey vóru ikki nóg motiverað at fara á val. Onkur fór ikki á fólkatingsval av prinsippielum grundum, eisini tí hesin ikki helt tað verða serliga G-nialt. Tað rennur nokk nógvur [...] við. Onkur situr kanska og vónar? Men hvussu er og ikki, skeiva samanteljingin fekk kortini fleiri av okkum upp úr stólinum. Vit, sum skiftu kanal hvørja ferð ein deyðligur veljarafundur var á onkrari
ung í aldrinum 18 ár og eldri. Tabor á Toftum Í Trúboðanum greiðir Bárður Kass Nielsen frá, at meiningin er, at legan skal haldast í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Her er ætlanin, at luttakararnir skulu [...] skránni og klokkan 10:30 kemur Alfred Olsen av Saltnesi at hava bíbliutíma við evninum "Gleði tykkum í Harranum". Seinnapartin leygardagin kunnu luttakararnir taka sær av løttum, men seinni um kvøldið verður [...] Hann sigur, at tað í bíbliuni finnast nógv rík og dýrabar lyfti, ið vísa á, hvussu høgt vit eru elskað av Guði. Hann sigur, at hetta eru lyfti um eitt spennandi og ríkt lív saman við Guði. Lyfti um frið, sælu
ararnir í súkkling á 100 km. Kappingin var seinasta leygardag, hin 17.09.2005. Leiðin gekk av keiini á Toftum, til Funnings, um Eiðisskarð, suður gjøgjum sundalagið, niðan á Oyggjarvegin og málið var á [...] og tað er væl skiljandi, tí veðrið var av tí ringasta til súkkling. Serliga tí farast skuldi niðan í fjøllini at súkkla. Men í alt vóru 8 súkklarar møttir á Toftum, og tí var avgjørt at byrja kappingina [...] súkklaðu einsamallir alla leiðina til Havnar. Tá vóru motiónistarnir snildari, teir gjørdu nevniliga av at fylgjast so langt sum gjørligt. Á henda hátt hjálptust teir, serliga í móti vindinum, har teir skiftust
nýtslu mánadagin, og er hann samstundis fyrsti dagstovnurin av slíkum slagi í Føroyum. Tá vit vitjaðu stovnin fyrrapartin týsdagin vóru nøkur av starvsfólkunum í ferð við at lesa bøkur við børnunum, onkur [...] 18 ár. Í løtuni eru børnini í aldrinum 7 til 16 ár. Hesi børnini ganga í skúlunum á Toftum og í Søldarfirði - á Toftum eru tey í flokki við stuðli, meðan ein serstova finst til tey í skúlanum í Søldarfirði [...] Hesin dagstovnurin byrjaði annars sum ein roynd - eitt dagtilhald - fyri fýra árum síðani. Úrslitið av hesum var so mikið gott, at avgjørt varð at skipa hetta sum ein dagstovn burturav fyri fjølbrekað børn
at fyritøkan, Klement Petersen í Saltangará, rættiliga hevur gjørt um seg í seinastuni við bygging av fleiri bygningum til eitt nú kommunur. Fyritøkan hevur soleiðis vunnið fleiri útbjóðingar í kapping [...] nú eisini stendur seg so væl í kappingini um bygging. Jan sigur, at fyritøkan selir ein stóran part av tí, teir levera, tá ið slíkar byggingar verða framdar, og haraftrat hevur fyritøkan gjørt góðar avtalur [...] Danmark - Hesin bygningurin er eitt sindur størri enn bygningurin, sum nú er reistur í skúlagarðinum á Toftum. Stjórin sigur, at Klement Petersen kundi lata henda bygningin fyri væl undir miljónina umframt
serligt í Klaksvík seinnapartin av vikuni. Teir eru vónbrotnir av, at tað í evstu løtu kiksaði, soleiðis at tað í staðin fyri trý stig bara fekst eitt burtur úr á Toftum, og at sjeyndi javnleikurin harvið [...] stendur enn ein stór uppgáva og avbjóðing fyri framman hjá KÍ, sum higartil í ár bara hevur vunnið ein av fimm heimadystum (tá verður undirhaldið ímóti FCK og Esbjerg sjálvandi ikki roknað uppí!). Einasti [...] kanska hugsast, at Arnhold Joensen, sum ikki hevur verið á liðnum leingi, og sum varð skiftur inn á Toftum, fer at fáa kjansin millum teir fyrstu ellivu. Mugu fáa fult Hjá B36 er einki sum eitur, um teir
Atlantsflog og Malmø Aviation hava í dag undirskrivað ein sáttmála um, at svenska flogfelagið frá august langtíðarleigar seinasta flogfarið av slagnum RJ-100 frá Atlantsflogi. Leigutíðin [...] seinasta flogfarið av slagnum BAE Avro RJ-100 er á veg úr flotanum hjá Atlantsflogi. Felagið avgjørdi fyri nøkrum árum síðani at seta eina tilgongd í verk, har eldru flogførini skuldu úr flotanum, og at felagið [...] ístaðin skuldi útvega sær flogfør av slagnum Airbus 319. Malmø Aviation yvirtekur BAE Avro RJ-100 síðst í august, og leigutíðin er 17-30 mánaðir. Tá seinasta av eldru flogførunum er farið úr flotanum
møtast á spæliplássunum við børnunum. Ein harður filmur, við undirtónum av filmunum hjá Todd Solondz (Happyness). 4 stjørnur av 6 Hoot er ein fittur barna- og ungdómsfilmur fyri tey, sum eru millum 12 [...] skóg, har sjáldsamar uglur búgva. 3 stjørnur av 6 Nat på museet við Ben Stiller er ein nøkulunda skemtifilmur. Hann snýr seg um Larry Daley, sum er ein av hesum ævigu uppfinnarunum, ið ongan vegin koma [...] nøkrum. Hugskotið til filmin stavar frá einari barnabók eftir Milan Trenc. Flott og heldur tómt, men væl gjørt undirhald. 2 stjørnur av 6
og eitur tí eisini hareftir, “Reyði”. Hetta er ein av teimum allarfyrstu Kaldbaks-bátunum og er bygdur annaðhvørt í 1971 ella 73. - Eg eri við bátinum av og á. Tað er ótrúliga stuttligt, sigur Gunnar, nú [...] góðan hug til sjógvin, sigur 15 ára gamli Gunnar. Týsdagin vóru hann og abbin og riggaðu til at fara á flot í góðveðrinum. Báturin er úr glasfipri og kom fyri umleið 35 árum síðani úr Kaldbak. Útgerðin varð [...] varð tveitt umborð, og var tann yngri nú í ferð við at fáa páhangsmotorin at starta. Motorurin er av góðum slagi, og tí var hetta eingin trupulleiki. - Nú er ein mánaður farin síðani eg var á floti seinast