Keðiligir politikarar

Valstríðið til fólkatingsvalið var tannleyst og moðið. Har var einki lív í. Triðji hvør veljari sat heima, tí tey vóru ikki nóg motiverað at fara á val. Onkur fór ikki á fólkatingsval av prinsippielum grundum, eisini tí hesin ikki helt tað verða serliga

G-nialt. Tað rennur nokk nógvur Gøtusandur ígjøgnum tímaglasið, áðrenn hesin fer á eitt fólkatingsval. Eingin spenningur kom í valið, fyrr enn ein telduvirus hjá Kringvarpinum fór at gera um seg. Um teir fara at brúka hesa somu teldu til at skriva út lurtara- og hyggjaragjøldini kundi tað hent seg, at tað vóru fleiri, sum ikki verða tald við. Onkur situr kanska og vónar? Men hvussu er og ikki, skeiva samanteljingin fekk kortini fleiri av okkum upp úr stólinum. Vit, sum skiftu kanal hvørja ferð ein deyðligur veljarafundur var á onkrari rás, áðrenn valið. Vit sum næstan vóru sovnaði valkvøldið, vaknaðu nú brádliga! Sambandsflokkurin var sendur til teljing, men tað bleiv kortini Fólkaflokkurin, sum bleiv knockout-aður í síðsta enda. Sambært telduni hjá kringvarpinum hevði Alfred Olsen ikki eingong atkvøtt fyri sær sjálvum á Toftum, tíansheldur nakar av teimum yvir 300, sum høvdu atkvøtt fyri honum á Toftum til seinasta løgtingsval. Ein sensasjón uttan sín líka.

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani hendi nakað, sum var oyðileggjandi fyri fólksliga áhuganum fyri politikki. Nógv fólk – óansæð politiskan lit – høvdu glett seg til tiltakið hjá FS Vágum 2004, har ein stuttligur politikkari úr hvørjum flokki skuldi lívga fólkið eina løtu við góðum skemtisøgum. Men “tann sum einki (FS) vágar, hann einki vinnur!”. Teir 6 politisku flokkarnir høvdu ein gyltan møguleika at vinna oyrini hjá veljaranum, og FS Vágar at vinna nøkur oyru. Men fólkið fekk eina oyrafiku. Tiltakið varð avlýst, tí eingin vildi verið Føroya Stuttligasti Politikkari. Litleyst og moðið, eins og farna valstríð. Valstríðið til hetta valið var meiri ein kapping um hvør var Føroya keðiligasta politikari. Vendi gongdini tit fólkavaldu! Verið eisini teir fólkakæru! Sitið ikki heima tá FS Vágar hevur góð, fólkslig tiltøk!