B36 knívin á barkanum

Um teir í árstalsfelagnum skulu hugsa um at fáa grannarnar aftur, so hava teir ikki ráð at missa nakað sum helst


KÍ?B36


Lagið hevur ikki verið nakað serligt í Klaksvík seinnapartin av vikuni. Teir eru vónbrotnir av, at tað í evstu løtu kiksaði, soleiðis at tað í staðin fyri trý stig bara fekst eitt burtur úr á Toftum, og at sjeyndi javnleikurin harvið gjørdist veruleiki.
                      Í morgin stendur enn ein stór uppgáva og avbjóðing fyri framman hjá KÍ, sum higartil í ár bara hevur vunnið ein av fimm heimadystum (tá verður undirhaldið ímóti FCK og Esbjerg sjálvandi ikki roknað uppí!). Einasti sigurin var í fyrsta umfarinum ímóti B68.
                      KÍ hevur sama fólkið tókt, sum var við í mjørkanum týskvøldið. Neyvan verður talan um tær stóru broytingarnar, men tað kann kanska hugsast, at Arnhold Joensen, sum ikki hevur verið á liðnum leingi, og sum varð skiftur inn á Toftum, fer at fáa kjansin millum teir fyrstu ellivu.
 
Mugu fáa fult
Hjá B36 er einki sum eitur, um teir skulu hugsa um at fáa fatur í HB, sum er fimm stig frammanfyri teir. HB tykist so mikið væl upplagt, at tað í løtuni er torført at ímynda sær, at teir skulu tapa. Tí er neyðugt hjá B36 at vinna hvørja ferð, um teir skulu hanga uppií.
                      Hjá B36 er manningin umleið tann sama, sum hon var á Mølini. Ronnie Samuelsen, sum var burturstaddur týskvøldið, verður við aftur. Arnbjørn Danielsen er framvegis skaddur í lærkrikanum, Bárður Mortansson er vøddaskaddur og Jens Erik Rasmussen hevur trupulleikar við fótliðnum.
                      Nú eru fýra ár síðani, at KÍ fekk fult á heimavølli ímóti B36. Í fjør vann B36 2?1, í fyrraárið vunnu teir 3?2, og í 2001 vunnu teir 2?1. Í 2000 vann KÍ 2?1 á heimavølli ímóti B36. Tá ið liðini hittust í Gundadali fyrr í summar, var B36 á odda 2?0, og alt bendi á tryggan heimasigur. So kom KÍ fyri seg, teir javnaðu, og í síðstu løtu var um reppið, at teir fingu sigursmálið.