Súkkling
Talan verður um eina harða og drúgva kapping. Teinurin verður frá keiini á Toftum, uppum Eiðisskarð, suður gjøgnum Sundalagið, eftir Oyggjarvegnum til Havnar.
Komnir til Havnar verður koyrt oman eftir Oyggjarvegnum, eftir Ringvegnum, niðan eftir Sundsvegnum, eftir Vegnum Langa, eftir Hvítanesvegnum har málið er.
Seinasta strekkið í Havnini skal koyrast tvær ferðir.
Unglingar koyra tó ein tein, ið er eitt sindur styttri. Munurin er, at hesir ikki koyra eftir Oyggjarvegnum, men koyra gjøgnum Kaldbakstunnilin til Havnar. Eisini hjá teimum er málið við Plantusøluna við Hvítanesvegin, og eisini teir koyra teinin Ringvegur, Sundsvegur, Vegurin Langi og Hvítanesvegur tvær ferðir. Teinurin er umleið 80 km.
Eins og til FM kappingina í einkultstarti síðsta leygardag, er undirtøkan rættiliga góð, og enn ber til at tekna seg á heimasíðni hjá Tórshavnar Súkklufelag.
Kappingin byrjar kl. 12.00 og farið verður úr Havnini kl. 10.00.
Hevur ein brúk fyri flutningi inn á Toftir, verður møtt uttan fyri bygningin hjá Føroya Tele á Hálsi.
Aftur í ár verður kappast um trý FM heiti, og leygardagin 30. august verður so kappast um hvør gerst føroyameistari í Býarsúkkling, ella tað sum í oyggjaleikahøpi eitur, Criterium.
Statoil Føroyar letur steyp og heiðursmerki til vinnararnar.










