So fer tað seinasta BAE flogfarið úr flotanum

Seinasta BAE RJ-100 er nú farið úr flotanum hjá Atlantsflog.

Atlantsflog og Malmø Av­i­a­tion hava í dag undirskrivað ein sáttmála um, at svenska flog­fel­agið frá august lang­tíð­ar­leig­ar seinasta flogfarið av slag­­num RJ-100 frá At­l­ants­flogi. Leigutíðin er 17-30 mán­að­ir
Sáttmálin, sum Malmø Avi­a­ti­on og Atlantsflog, und­ir­skrivaðu í dag, hevur við sær, at seinasta flogfarið av slag­num BAE Avro RJ-100 er á veg úr flotanum hjá At­lants­flogi. Felagið avgjørdi fyri nøkrum árum síðani at seta eina tilgongd í verk, har eldru flogførini skuldu úr flot­anum, og at felagið í­staðin skuldi útvega sær flog­før av slagnum Airbus 319.
Malmø Aviation yvirtekur BAE Avro RJ-100 síðst í au­gust, og leigutíðin er 17-30 mán­að­ir. Tá seinasta av eldru flog­før­u­num ­er farið úr flota­num, hevur Atlantsflog ræði á trimum Airbus 319, tveim­um BELL 412 tyrlum, og ein­ari tyrlu av slagnum AW 139, sum flogfelagið leigar í mars til at brúka í frálandavinnuni í 2014.
Framtíðarflotin hjá At­lants­flogi er natúrligur partur av stra­teg­i­ar­beið­inum, ið er farið í gongd, og sum verður liðugt í juni. Leig­u­málið við Malmø Avi­a­ti­on ávirkar ikki ætlaða árs­úrs­litið hjá Atlantsflogi fyri 2014.
Atlantsflog fleyg frá fyrsta degi við BAE-flogførum. Tey eru so líðandi farin úr flotanum, eftir at Atlantsflog valdi at flúgva við Airbus 319.