Í marts skipar Heimamissiónsungdómur fyri einari legu, ið tey ikki hava haft fyrr. Evnið á hesari leguni verður "Lívið saman við Jesusi - um tað persónliga andaktslívið". Ætlanin er, at legan skal vera fyri ung í aldrinum 18 ár og eldri.
Tabor á Toftum
Í Trúboðanum greiðir Bárður Kass Nielsen frá, at meiningin er, at legan skal haldast í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Her er ætlanin, at luttakararnir skulu njóta eitt vikuskifti í einum friðarligum umhvørvi, fyrst og fremst saman við Jesusi í bíbliulesnaði og bøn.
Bárður Kass Nielsen, ið er ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini, skrivar í Trúboðanum, at hann heldur, at tey ið eru trúgvandi hava nógv at gleðast um. Hann sigur, at tað í bíbliuni finnast nógv rík og dýrabar lyfti, ið vísa á, hvussu høgt vit eru elskað av Guði. Hann sigur, at hetta eru lyfti um eitt spennandi og ríkt lív saman við Guði. Lyfti um frið, sælu og styrki.
Ungdómsráðgevin hjá Heimamissiónini sigur, at persónliga andaktslívið skal vera brennidepilin á ungdómsleguni í mars. Harafturat vísir hann á, at møguleiki er fyri at fáa sálarrøkt, um nakar er, ið ynskir at hava eina samrøðu í trúnaði.
Skráin
Ungdómslegan verður hildin í døgunum frá 19. til 21. mars, og luttøkugjaldið er 300 krónur.
Fríggjakvøldið 19. mars verður byrjað við einari lovsongs- og bønarløtu. Leygarmorgunin verður morgunfimleikur á skránni og klokkan 10:30 kemur Alfred Olsen av Saltnesi at hava bíbliutíma við evninum "Gleði tykkum í Harranum". Seinnapartin leygardagin kunnu luttakararnir taka sær av løttum, men seinni um kvøldið verður alment ungdómsmøti, har Jógvan Højgaard úr Runavík fer at tala
Bárður Kass Nielsen sigur, at maturin á leguni verður eins og á øllum HMU-legum høgt raðfestur. Tískil er ætlanin at fara inn á Runavíkar Sjómansheim at eta nýbakaða pitsu eftir møtið leygarkvøldið.
Seinasta freist at tekna seg til leguna er 15. mars. Faldarar við tilmeldingarbløðum liggja á øllum missiónshúsum kring landið, verður sagt frá Heimamissiónini. Lagt verður afturat, at um ein ikki fær fatur á tilmeldingarblaði, ber til at melda seg til hjá Jacobinu Nolsøe á tlf 361403.










