við fótbótslandsdystin millum Føroyar og Pólland, sum varð spældur í gjárkvøldið, og sum gestirnir vunnu 2-0. Men rættiliga fitt av póllendingum vóru í býnum, og tað setti sín dám á lívið á vertshúsum [...] ikki fekk fróu gestirnar at skilja, at tað stongdi so tíðliga. Men alt gekk væl, og gestirnir vóru blíðir og týðir, og alt gekk varliga fyri seg, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
verður hildin í Tórshavn. Tann 20. og 21. januar verður útnorður toppfundur á Hotel Føroyum, tá ið íslendski og grønlendski heilsumálaráðharrarnir, Kristján Þór Júlíusson og Sten Lynge, við fylgi, seta Karsten [...] Mánadagin og týsdagin fær Karsten Hansen, landsstýrismaður, vitjan av starvsbrøðrum sínum úr Íslandi og Grønlandi. Hetta er fyrstu ferð, at árligi fundurin millum heilsumálaráðharrar í Útnorðri verður [...] tríggir heilsumálaráðharrarnir at skifta orð um avbjóðingar og møguleikar fyri sjúklingaflutningi, útbúgving av heilsustarvsfolki, fólkaheilsu og talgilda heilsuskipanir. Men onnur mál verða eisini viðgjørd
tær seinastu grannauppgerðirnir millum Kyndil og Neistan í hvonn- og FTZ-deildunum. Klokkan 18.30 spæla kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum, og klokkan 20 spæla mansliðini hjá somu feløgum. Hilmar Jan [...] FTZ-dystunum millum Kyndil og Neistan, og hann fer at siga frá seinna hálvleiki av kvinnudystinum. Sendingin byrjar klokkan 19.10. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo , og annars á FM 88,7, FM [...] FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Ljóðsamrøður við umboð fyri liðini hjá Kyndli og Neistanum koma út á in.fo seinni í kvøld.
Niclasen og Høgni Hoydal fara at kjakast um støðuna í føroyskum politikki í løtuni. Sendingin Hvonn Live verður send á Rás2 millum klokkan 20 og 22. Politiska kjakið verður seinna tíman av sendingini, og fólk [...] millum samgongu og andstøðu, millum flokkar í samgongu og millum politikarar í sama flokki. Tað verður grundarlagið undir kjakinum leygarkvøldið. Heitið á kjakinum er ?Kaos ella kós? og spurt verður, um
kom á odda tíðliga í dystinum, tá Martin Petrov langaði bóltin í netið, og eftir lítlan hálvan tíma økti Dietmar Hamann til 2-0. Og tað gjørdist eisini endaliga støðan. Fyri steðgin hevði EB/Streymur lítið [...] bjóða upp á fram eftir vøllinum, men eftir steðgin bæði tordu og vildu teir á heimaliðnum meira. Einstakar møguleikar gjørdist talan eisini um, og tó at tað alla tíðina tóktist, sum høvdu gestirnir tamarhald
fer aftur av bakkastokki í kvøld, og verða bæði triðja undanumfarið og finalan send beinleiðis á Røddini. Góð undirtøka hevur verið fyri tónleikakappingini Sement í ár, og nú stendur endabresturin fyri durunum [...] verður triðja undanumfarið í Perluni, og skal vinnarin finnast leygarkvøldið. Umvegis netvarp.fo verður Sement sent beinleiðis á Røddini bæði friggjakvøld og leygarkvøld, og er hetta ein frálíkur møguleiki at [...] gongdini í tónleikakappingini heimaifrá. Byrjað verður at senda kl. 20 á roddin.fo. -Afturat live streaming verður eisini nógv fjølbroytt og spennandi tilfar frá Sement at finna á Røddini, siga fyrireikararnir
spurnarkappingini, og dómari var Hilmar Jan Hansen, útvarpsmaður. Tað vóru Jan Berg Jørgensen og Høgni Mohr, sum kappaðust ímóti Bjørn Kalsø og Høgna Hoydal. Úrslitið gjørdist, at Bjørn Kalsø og Høgni Hoydal [...] Quiztinum í útvarpinum. Bjørn Kalsø, landstýrismaður, og Høgni Hoydal, løgtingslimur, vunnu finaluna. Eitt sindur var gjørt burturúr hetta kvøldið, og fleiri av teimum sum hava luttikið í kappingini í vetur [...] Hoydal vunnu við einum stigi. Teir fingu 20 stig, meðan Jan Berg Jørgensen og Høgni Mohr fingu 19 stig. Vinningurin var tvær ferðir tveir apeks-ferðaseðlar við Atlantic Airways til eitt av teirra ferðamálum
at koma framvið har og skriva eina samkenslukvøðu. - Í sambandi við at hansara hátígn Heindrikur, prinsur, andaðist, ber til frá í dag klokkan 13 og fram til jarðarferðina tann 20. februar at koma framvið [...] framvið hjá Ríkisumboðnum og skriva eina samkenslukvøðu, skrivar Ríkisumboðið. Tað er opið hjá Ríkisumboðnum gerandisdagar frá klokkan 10 til 15, eins og at opið verður leygardagin 17. februar frá klokkan
Petersen varð feldur í brotsteiginum. Tá støðan var 2-0, høvdu bæði Jóhannes Petersen og Símun Petur Justinussen góðar royndir, men málverjin bjargaði til horna, og so vendi gongdin. KÍ var greitt betri í 2. hálvleiki [...] hekk betri saman, og teir spældu seg til fleiri málmøguleikar, samstundis sum teir megnaðu at ansa eftir vandamiklu mótstøðumonnunum. Allan Joensen var aftur við í KÍ álopinum hesa ferð, og hann hevði Hjalti [...] átti knokkin, ið stýrdi bóltinum inn um Meinhard Joensen. Tá vóru níggju minuttir farnir, og á hálva tímanum var 2-0. Símun Petur Justinussen, sum spældi mitt á miðjuni, umsetti brotssparkið til mál. GÍ fekk
, at B71 vann horna í vinstru, og við nærra stólpa var Tijani Yakubu fyrstur á og stýrdi bóltin í málið og so var 2-0 til B71. Tijani Yakubu hevur nú skorað seks mál, og hann er toppskjútti í 1. deild [...] svara aftur, og tað vóru bæði hornaspørk og aðrar spentar støður í brotsteiginum hjá sandoyingum. Men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin framvið Klæminti Olsen, sum vardi B71 málið. Og so gekk tað, sum [...] FC Suðuroy legði rygg til 2-0 tap. Sigurin ber við sær, at B71 er topplið við 13 stigum, meðan FC Suðuroy er á triðja plássi við 11 stigum. FC Suðuroy hevur spælt fimm dystir, og B71 hevur spælt seks dystir