Heilsumálaráðharrar hittast í Føroyum

Mánadagin og týsdagin fær Karsten Hansen, landsstýrismaður, vitjan av starvsbrøðrum sínum úr Íslandi og Grønlandi.

 

Hetta er fyrstu ferð, at árligi fundurin millum heilsumálaráðharrar í Útnorðri verður hildin í Tórshavn.

 

Tann 20. og 21. januar verður útnorður toppfundur á Hotel Føroyum, tá ið íslendski og grønlendski heilsumálaráðharrarnir, Kristján Þór Júlíusson og Sten Lynge, við fylgi, seta Karsten Hansen stevnu.

 

Fundurin er tann triði av sínum slag. Grønland var vertur fyri fyrsta regluliga fundinum millum heilsumálaráðharrarnar í útnorðri í 2012.

 

Á fundinum verður millum annað møguleikar fyri samstarvi á fleiri økjum viðgjørdir.

 

Heilt Ítøkiliga fara teir tríggir heilsumálaráðharrarnir at skifta orð um avbjóðingar og møguleikar fyri sjúklingaflutningi, útbúgving av heilsustarvsfolki, fólkaheilsu og talgilda heilsuskipanir.

 

Men onnur mál verða eisini viðgjørd, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.