Bjørn og Høgni vunnu finaluna

Leygarkvøldið 17. mars var finalan í spurnarkappingini á Quiztinum í útvarpinum. Bjørn Kalsø, landstýrismaður, og Høgni Hoydal, løgtingslimur, vunnu finaluna. Eitt sindur var gjørt burturúr hetta kvøldið, og fleiri av teimum sum hava luttikið í kappingini í vetur, vóru við sum áhoyrarar. Gunnar Nolsøe skipaði fyri spurnarkappingini, og dómari var Hilmar Jan Hansen, útvarpsmaður.

Tað vóru Jan Berg Jørgensen og Høgni Mohr, sum kappaðust ímóti Bjørn Kalsø og Høgna Hoydal.

Úrslitið gjørdist, at Bjørn Kalsø og Høgni Hoydal vunnu við einum stigi. Teir fingu 20 stig, meðan Jan Berg Jørgensen og Høgni Mohr fingu 19 stig.

Vinningurin var tvær ferðir tveir apeks-ferðaseðlar við Atlantic Airways til eitt av teirra ferðamálum.