Sement sent beinleiðis á Røddini

Tónleikakappingin Sement fer aftur av bakkastokki í kvøld, og verða

bæði triðja undanumfarið og finalan send beinleiðis á Røddini. Góð undirtøka hevur verið fyri tónleikakappingini Sement í ár, og nú stendur endabresturin fyri durunum.

 

Í kvøld verður triðja undanumfarið í

Perluni, og skal vinnarin finnast leygarkvøldið. Umvegis netvarp.fo verður

Sement sent beinleiðis á Røddini bæði friggjakvøld og leygarkvøld, og er

hetta ein frálíkur møguleiki at fylgja gongdini í tónleikakappingini

heimaifrá.

 

Byrjað verður at senda kl. 20 á roddin.fo.

 

-Afturat live streaming verður eisini nógv fjølbroytt og spennandi tilfar frá Sement at finna á Røddini, siga fyrireikararnir í dag.