Endaði 2-0 á Tórsvølli

EB/Streymur megnaði ikki at skora í dystinum móti Manchester City á Tórsvølli í dag.

Men teir gjørdu sær á ongan hátt fyri skommum móti millióningunum úr heimsins sterkastu fótbóltsdeild.

Manchester City kom á odda tíðliga í dystinum, tá Martin Petrov langaði bóltin í netið, og eftir lítlan hálvan tíma økti Dietmar Hamann til 2-0.

Og tað gjørdist eisini endaliga støðan. Fyri steðgin hevði EB/Streymur lítið at bjóða upp á fram eftir vøllinum, men eftir steðgin bæði tordu og vildu teir á heimaliðnum meira. Einstakar møguleikar gjørdist talan eisini um, og tó at tað alla tíðina tóktist, sum høvdu gestirnir tamarhald á støðuni, so kundu teir hjá EB/Streymi bera høvdið høgt, tá teir fóru av vøllinum.