suðuroyingar eru misnøgdir fyri ikki at siga í øðini. Dúgvan er ivaleyst eitt gott skip. Hon hevur roynst sera væl um Lorvíksfjørð, og tað er eingin loyna, at tey eru mong, sum fegin sóu Dúgvuna sigla á hesi [...] vandamiklar. Og er tað nakað, sum vit ikki mugu ganga uppá akord við, so er tað trygdin. VIT kunnu bara ímyndað okkum ta katastrofu, um ein óegnaður avloysari til Smyril var fyri einum óhappi og hetta kostaði [...] á tingi nú um dagarnar. Men tað er ikki slíkt orðaskfiti vit hava brúk fyri, har fólkaflokkurin og sambandið hava víst sína andstýgd til alt sum alment er. Hvussu víkir og vendir, so ber ikki til at privatisera
og álvarsligt mál ? um ætlanin er at reka flokspolitikk. EITT er tað, at Jørgen Niclasen verjir undirsjóvartunnilin um Vestmannasund, meðan partamaður hansara í Havn gongur ímóti ? um somu tíð sum ein annar [...] undirsjóvartunnil um Lorvíksfjørð. Hetta er so nakað, sum vit líkasum hava lært av liva við ? hetta at áhugamálini hjá teimum fólkavaldu í miðstaðarøkinum og teimum úti um landið ikki altíð eru tey somu [...] vil helst spyrja, um hesir fólkafloksmenninir munnu verða so útspekuleraðir, at her at her má talan verða um avtalað spæl. At tú telvar soleiðis, at ein tingmaður skal vera fyri , um somu tíð sum land
sjálvum lógargrundarlagnum. Spurninugurin er tí, um ikki málið áttið at fingiðuppfylgjandi umrøðu undir 3. viðgerð. TAÐ var annarsvæntandi, at tingmenn ikki fóru at góðtaka, at landsstýrið skal stýra og koyra [...] framtíð eiga ikki at vera fyrisitingarmál hjá einum tilvildarligum landsstýrismanni er niðurstøðan, sum tingmenn gera sær. TAÐ, sum løgmaður eisini var sera betonkiligur yvir , var spurningurin um útgerðarstøð/ir [...] liggja. Vit vita einki um, hvussu stórt virksemi verður, og um tað setir krøv til eina ella fleiri útgerðarhavnir. Onkur vil siga, at marknaðarmekanismurnar eiga at avgera hetta og ikki eitt diktat úr tingi
arbeiðsgevara og okkum øll. Í seinasta enda skuldi hon spart okkum fyri syrgiligar vanlukkur, eins og tað skuldi verið sparandi fyri sjúkrahúsverkið, um hugburðurin millum fólk broytist við atliti til v [...] hvørt. YNSKILIGT hevði tó verið, um Arbeiðseftirlitið hevði havt orku til betri eftirlit og orku til tað neyðuga fyribyrgjandi arbeiðið, so fólk gerast meira tilvitandi um arbeiðsumhvørvið. HETTA er einki [...] hjá teimum ungu framherjandi heykunum vóru nærum afturljóð frá uttasta høgra. Óla Breckmann, tá hann var upp á tað »besta« í stríði sínum móti øllum tiltøkum til frama fyri føroyska arbeiðaran og tað vanliga
at skipanin er alt ov ógreið og at hon er alt annað enn fullgóð. Í grein síni harmast sambandsformaðurin um, at eingin ráðstevna verður um heimastýrisskipanina, nú hon er fimti ár. Hann heldur, at henda [...] vil halda fram við heimastýrisskipanini, so er ikki samljóð millum sambandsveljaran og leiðsluna. FORMAÐUR floksins hevur tvíhildið um, at flokkurin vil ikki broyta eitt komma í heimastýrislógini, hóast [...] áhugavert at havt eina ráðstevnu um heimastýrisskipanina, og gjørt upp fyrimunir og vansar, sum eitt punktum fyri eina skipan, sum nú hevur virkað í hálva øld. Og ikki at staðfesta, um nakað skal broytast í verandi
suðurlondum undir inkvisatatiónini. Tá var talan um fólk, ið ikki hóvaðu teimum sokallaðu rætttrúgvandi og stýrandi - nú er oftani talan um fólk, sum systemið ikki hevur pláss fyri. SJÁLVANDI skulu tey [...] til rótina at finna orsøkina. UM vit vilja kalla okkum eitt sivilisrerað og upplýst fólk, so ger man ikki sovorðið. Tú kanst ikki kalla teg siviliseraðan og upplýstan um tú við statsins hjálp og myndugleika [...] víðka deyðadómarnar - nú eisini til at fevna um kvinnur. Tað er ikki so langt síðani, at evnaveik og fólk í sera ungum aldri, vórðu tikin av døgum. Ja tað er ikki sørt av lagnunnar speisemi, tá USA í dag útrópar
avdúka nógv av okkara identiteti - fyri ikki at tosa um tjóðarhátíð okkara ólavsøkuna, sum er høvuðsstevnan. EISINI fjølmiðlarnir eiga sín lut í stevnunum. Hvat var t.d. ein stevnuróður uttan útvarpið! Og [...] landið. Fyrsta stevnan - og tá hugsa vit um tær gomlu og tradionellu stevnurnar við FM-kappróðri ol. - verður hildin í Klaksvík nú komandi vikuskifti. Talan er um Norðoyarstevnuna. EINS og summarið, Norrøna [...] innanífrá. Tær lýsa tjóðina Føroyar, tá hon er mest lívsjáttandi. Børn sum vaksin í føroyskum búnað eru ein partur av hesi lívsjáttan og somuleiðis gleðini og stoltleikanum um hetta at vera føroyingur og at búgva
at tað skal eisini vera fólkaatkvøða um føroyskt fullveldi og ikki bara um grundlógina. UM hetta er so, má sigast, at tjóðveldisflokkurin í veruleikanum er farin út í Tinganes at umsita luft, í hvussu [...] so sanniliga fingið bæði í posa og sekk. Mundi tað ikki vera rein kamoflasja, tá flokkurin tvíhelt um bæði fiski- og búskaparmál? Mundi endamálið ikki vera at fáa fiskivinnumálini, tí hetta er tað einasta [...] brúka? Var alt hetta prátið við at lata tjóðveldið fáa sín sjálvstýrismálaráðharra ikki í veruleikanum eitt bluffnummar og millum fólkafloksmenn mett sum einki annað enn at umsita luft? Og eru ikki tær
so móður í drúgvu samgongusamráðingunum, at hann hevði líkasum ikki dugað at skyna á, hvat, ið hóskaði at seta á prent í Dagblaðnum og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving [...] niðurgerðingin av politiskum mótstøðumonnum - og í hesum førum komandi samstarvsmonnum - er ikki eindømi. Hon er afturvendandi. Men gott tað sama - at ÓB fór so langt hesaferð, tí hetta hevur fingið ilt [...] hvat segði eg. Heini O er eitt null. Eg var tann einasti, sum tordi at tala sosialistunum í tjóðveldisflokkinum ímóti. Stemmið tí uppá meg. LOYALUR sigur Anfinnur um ÓB. Ja tað verður stuttligt at vita, hvussu
NÚ øll roknaðu við, at samgongan var í pottinum, hendi tað, sum ikki eigur at henda, nevniliga at flokkar, sum semjast um politikkin, ikki kunnu semjast um málsøkini og persónarnar. Hóast hetta er hent [...] enn skomm, at flokkar ikki kunnu semjast um málsøkini, tá tað er komið so langt sum at samgonguskjal er skrivað og undirskrivað. Hetta er so støðan í skrivandi løtu, men vit ivast ikki í, at ein ella onnur [...] álvarsliga broytingar, um ikki oddaflokkarnir hava størri álit hvør á øðrum. Tað skilst, at ein partur av fólkaflokkinum, her serliga vinnulívsfólk, sum altíð hava valt flokkin, eru á gosi um, at flokkurin fyri