teir fara ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum sohvørt tey eru fyri í tinginum. HETTA er í sær sjálvum [...] egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum - frá somu politikarum, sum hann hevur ?tveitt? út í kuldan! HENDA sannroynd fær okkum at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er [...] fyrstu ferð. Tað sigur okkum so mikið sum, at hesi samgonguni verður ikki langt lív lagað. Kann vera at hon fer at fáa stuðul frá miðflokkunum, men spurningurin er, hvussu leingi teir vilja stuðla eini samgongu
halda, at hon kom í tøkum tíma. TAÐ er eingin loyna, at Sámal Petur í Grund hevur verið nógv í ?rampelyset?, síðani hann kom sær upp í politikk. Hann hevur umsitið øki, sum hava gjørt, at hann hevur verið [...] loftmiðlunum uppá gott og ilt. Hvat fólk enn halda um henda fyrrverandi landsstýrismannin, so hevur hann - hann hevur eisini umsitið samskiftismál - dugað væl at tala fyri summum av sínum málsøkjum. Tá tað er [...] og tí gjørt hann sera ópoppuleran. TAKA vit t.d. alt málið viðvíkjandi Skotlandssiglingini, og brúka tað sum barometur, so vilja tað vera mong, sum fegnast og halda, at SPÍG liggur, sum hann hevur reitt
lítið at sær komnu herferð ímóti Javnaðarflokkinum, tí hann hevur samtykt at virka fyri eini sjálvstýrislóg. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur ikki samtykt, at hann er sinnaður at loysa frá Danmark, og tað vóru ikki [...] SENDINGIN, sum Sjónvarp Føroya hevur gjørt, hevði ikki so nógvar nýggjar upplýsingar, men hon vísti so, at danskar stjórnmálastovur høvdu fyrireikað føroysku »kreppuna« upp aftur betri, enn føroyski a [...] sum samtyktu at virka fyri nýggjum sáttmála við danir. Landsfundurin var ikki so fjølmentur, sum hann vanliga er, men lokalfeløgini vóru umboðað við nevndarlimum og álitisfólkum. AT DIMMALÆTTING ikki
tjóðskapartankar javnaðarfloksins ? so góð, at hon má ikki endurskoðast. Ja, sambandsflokkurin hevur valt tann bíliga og lítið konstruktiva leiklutin at boða frá, at hann er einasti flokkur, sum verjir ríkisfe [...] fram um oljulóggávu, hóast marknatrætan ikki er greidd. Spurningurin er nú, um hann í heila tikið er fyri lógaruppskotinum, hann sjálvur hevur lagt fram, ella um hetta bara er sambandspolitikkurin í einum [...] til eina frásøgn frá nøkrum, sum formaðurin í Unga Sambandinum, Gunnar Nattestad, hevur borið fram. Hann skal hava sagt, at sambandsflokkurin má eisini fram við nøkrum útspælum á politiska leikpallin. V
við hesum. Hann er tá bráddliga vorðin vanligur landsstýrismaður við teimum skyldum hetta ber í sær. Og ein av hesum skyldum er at vera tilreiðar at svara spurningum frá pressuni. Tvs. at hann verður noyddur [...] at virka. Og er tað so, at løgmaður, sum umsitur fleiri vanlig málsøki, ikki vil svara pressuni, tá hon setir honum spurningar, so virkar demokratiið ikki. Sosialurin hevur m.a. roynt at fáa løgmann at úttala [...] flogvallarmálið tvs. ætlaðu útbyggingina av flogvøllinum í Vágum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hann at svara hesum spurningum. VIT skulu tí gera eina roynd á hesum stað at seta løgmanni hesar spurningar:
a sín í Danmark um at seta seg í samband við Tony Blair, forsætisráðharra í Bretlandi fyri at fáa hann at taka málið upp. ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað. [...] TAÐ verður áhugavert at síggja, hvat nýggja bretska arbeiðarastjórnin hevur at siga til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar [...] vert at nevna, tá løgmaður fer til London. VIT seta okkara álit til, at løgmaður og tey fólk, sum hann fer at hava við sær til London - um nakað verður burtur úr hesi ætlan - fara at vísa seg sum góð umboð
farin úr ballónini í Danmark - at vit føroyingar geva skarvin yvir. HER er ein bankakanning gjørd, og hon skal brúkast til nakað skilagott. Eru danir ikki sinnaðir til tess, so er tað so mikið meira okkara [...] í Føroyum, er okkara maður. Júst Knud Heinesen kann vera føroyski trumfurin í hesi torføru kabalu. Hann er settur at umsita ein grunn, sum hevur til uppgávu at fáa føroysku samfelagshjólini at koyra aftur [...] kann byggja brýr aftur millum londini. OG Knud Heinesen veit, hvat rørir seg í føroyska samfelagnum. Hann veit eisini, at hóast nógvir danir halda, at føroyingar bara vilja geva Danmark skyldina fyri støðuna
stavnamann sín koyra løbið, tí sjálvur skal hann spara sær krútið til valið. Men fólkaflokkinum líkt vil hann eisini royna at vinna sær atkvøður uppá bankamálið. Hann torir ikki at tala løgmanni ímóti, tí helst [...] móti sínum egna fólki? EIN skuldi trúð, at løgmaður kendi seg illa við, at hann tók seg aftur og fjaldi seg. Men hvat ger hann. Jú nú dittar sami maður, sum segði seg frá sum samráðingarleiðara, tá óstóð [...] koyrt alt í ein ellibita fer hesin maður nú út og proklamerar, at hann ætlar sær til Danmarkar at loysa bæði bankamál og skuld. At hann so um sama mundið leggur javnaðarflokkin undir at vilja forhála s
HETTA er sama støða hann tók eftir valið, tá hann gjørdi av ikki at leggja sína atkvøðu í hvørki tann borgarliga og tann sosialdemokratiska leirin. At hann tó meldaði út, at hann ætlaði sær ikki at vera [...] formansvalið í fólkatinginum. Grundgeving hansara er tann, at hann ynskir ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Hetta var so eisini tað hann og javnaðarflokkurin fóru til val uppá - og fingu eina [...] Føroyum. Tilsøgn um hetta fekk hann á fundi við Nyrup. FORMAÐURIN í CD, Mimi Jacobsen, hevur lagt harðliga út eftir Jóannes Eidesgaard fyri støðu sína. Sjálvandi hevur hon loyvi til at hava sína meining
skiljandi, at suðuroyingar eru misnøgdir fyri ikki at siga í øðini. Dúgvan er ivaleyst eitt gott skip. Hon hevur roynst sera væl um Lorvíksfjørð, og tað er eingin loyna, at tey eru mong, sum fegin sóu Dúgvuna [...] í Suðuroynni mugu liva undir. STRANDFERÐSLAN er sjálv meginlívæðrin í føroyska samfelagnum. Tað er hon, sum knýtir samfelagsrenslið saman. At suðuroyingar krevja at hava eitt gott skip at røkja siglingina [...] SUÐUROYINGAR hava okkara fulla stuðul. Málið er nú í hondunum á sjálvum løgmanni, ið jú umsitur hetta mál. Hann hevur sagt, at tað verður kannað, um til ber at leiga eitt annað hóskandi skip, meðan Smyril er til