Eystanstevna Á eystanstevnu í fjør varð fyri fyrstu ferð skipað fyri sonevndum bátatreffi í Runavík. Talið av bátum, sum vóru við í siglingini úr Saltnesi og inn í bátahylin, var 54. Veðrið var gott hin [...] túrar, havi eg ofta verið burtur í einar tveir mánaðir í senn. Bjarni hevur annars landað skip í næstan 30 ár, har hann hevur verið maðurin, sum hevur staðið við kranan. Í fleiri ár hevði hann eisini sín [...] kranabil. Nú vit høvdu hann í telefonini seint á kvøldi, skuldi hann uppaftur at landa klokkan 06 morgunin eftir. Bjarni gjørdist formaður í Bátafelagnum á Bakka í januar/ februar í ár. Felagið hevur egin hús
uni í almanna- og heilsumálum, sigur Bartal Kass, formaður í Fyrireikingarnevndini fyri Eldraárið í Føroyum. Eldraárið er av við árslok, men formaðurin í Fyrireikingarnevndini sigur, at arbeiðið í kja [...] tiltakið í sambandi við Eldraárið í Føroyum verður í næstu viku. Frá hósdegnum og fýra dagar fram verður Norðurlandahúsið karmur um ørgrynnu av tiltøkum, ið so ella so lýsa støðuna hjá teim gomlu í samfelagnum [...] tónleikur, og dansur. Tað heilt stóra verður ein veitslukonsert leygarkvøldið 2. okt. í Norðurlandahúsinum. Fyri at so mong sum gjørligt skulu fáa gleði av henni, verður konsertin send beinleiðis í Sjónvarpi
luttakararnir í skrúðgongu fara at ganga í fótasporinum hjá Kjartani Mohr, sum í 1919 har á fyrstu sinnu sýndi fram Merkið. Merkisberari 2. juni 2019 verður Mórits Mohr, abbasonur Kjartans. Í Nordmandsdalen [...] fram. Hetta fór fram í Nordmandsdalen í Fredensborg Slotspark, og tað var Kjartan Mohr, ið gekk á odda fyri skrúðgonguni við Merkinum. Felagið Føroysk Træseglskip gjørdi á aðalfundi í november 2017 av at [...] at heiðra Merkið við at sigla til Danmarkar fyri 2. juni 2019 í skrúðgongu at ganga í fótasporunum hjá teimum, sum í 1919 gingu til Nordmandsdalen. føroysku skipini vóru tey fyrstu, sum tóku merkið til
verða settur í stand. Onki er gjørt við hann, síðani 1984. Inni í klubbanum, sum hann sær út í dag, er dansur og eitt skapilsi av eini barr í neðra við billiardborðinum eisini, meðan tað í erva er barr [...] so at verða har, sum barrin er í dag. Sostatt kemur dansurin framvegis at verða í neðra. Møblarnir verða Chesterfield, so ikki kann annað sigast enn, at tað verður stílur í, tá arbeiðið verður liðugt. Livandi [...] handverkarar, so hetta er ikki nøkur góð tíð at fara í holt við tílíkt arbeiðið, men tað hevur ligið á borðinum í úti við tvey ár nú, so tað er tíð upp á at fara í gongd, sigur Tummas. Hann greiðir frá, at tað
út bøkur eftir William Heinesen á 100 ára degi hansara. Í hesum sambandi verður skipað fyri kvøldsetu í Kommunuskúlahøllini 14. januar kl. 20.00. Í fimmtiárunum myndprýddi William kommunuskúlahøllina við [...] ikki lættasta søgan at fara í holt við, tí mest sum øll søgugongdin er í myrkri. Edward valdi tó júst hesa søguna, tí hon snýr seg um børn, og hann hevur alla tíðina havt barnið í huganum, tá ið hann teknaði [...] myndum, at forløgini Gyldendal í Danmark og Mál og menning í Íslandi gjørdu av at geva bókina út saman við Bókadeildini. Veingjaða myrkrið kemur sostatt samstundis út í Føroyum, Danmark og Íslandi. St
Immanuel Í kvøld kl. 20.30: Møti. Rhema, Tórshavn Í kvøld kl. 20: Møti. Osbjørn Joensen talar. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin Tórshavn Í dag kl. 16: Bøn. Í dag [...] Sporafundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd [...] er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro
Hansen er kendur í Føroyum fyri sína luttøku í Ólavsøkukabarettum og leikluti í Kirsuberjagarðinum, sum var sýndur á Tjóðpallinum 2010. Kjartan hevur nomið sær sjónleikaraútbúgving í Luleå í Svøríki og freelansar [...] verður tosað so hart um í dag. Í seinna parti var tað nútíðin, ið varð spæld. Kjartan gjørdi eina fantastiska sangframførslu sum Pia Kjærsgaard, og áskoðaririnir vóru um at doyggja í látri. Eisini varð upprunin [...] leikin. Vit á Sosialinum sóu leikin, tá ið hann var á vitjan í Stockholm. Leikurin ferðast runt og verður vístur á nógvum ymiskum støðum í Svøríki. Á teater Pero, sum sjónleikarahúsið eitur, var salurin
var fødd í Tårnby á Amager í 1985. Mamman er donsk, pápin var rumeni, og foreldrini vóru fólkini handan balktiska fólkadansara bólkin Crihalma, so lítla Maria vaks upp í einum umhvørvi, har dansur og tónleikur [...] at headbanga (!) ikki bjarga. Ei heldur ein í veruleikanum forpoopað og spøk klezmer roynd. Tíverri. Miðskeiðis í konsertini var tó komið hampiliga gott lív í nógva fólkið, sum var komið at lurta, hóast [...] tónleik, sum enn hevur sterkt fótafesti á tónleikapallinum í dag, hóast hesin tónleikastílur hevur verið ótrúliga væl umtóktur millum annað í Danmark og Íslandi seinastu nógvu árini. Klezmer íblásturin
hevði mong áhugamál. Hon var á sinni við í Kvinnufelagnum, var ógvuliga virkin í Pensionistafelagnum í Havn, nevndarlimur í Hjartafelagnum í mong ár og tók eisini lut í arbeiðinum Bót til bata hjá Føroya felag [...] at halda samband við vinir sínar. Tað var ofta, tú hoyrdi málið á henni í telefonini - stundum var tað okkurt, hon hevði hoyrt í útvarpi, ið upptók hana, tí hon sat væl undir øllum, um enn hon viðhvørt [...] tað besta hon visti var at sleppa burtur at ferðast, síggja onnur lond og fáa sól. Í mong ár var hon umboð fyri Føroyar í felagsskapinum Samnordisk Pensionärskultur og ferðaðist til skeið har og fann sær
Føroyar land. Klaksvíkar Sjónleikarafelag venur til útisjónleikin í fimleikarahøllini í Klaksvík. Egi plagar at vera umleið tvær ferðir um vikuna í Klaksvík og leggur teimum lag á. Men leikararnir eru eisini [...] báðar venjingarnar, og venja sjálvir onkur kvøld í vikuni. Tey hava vant nú í umleið ein mánaða. Leikstjórar úr Grímu Leikstjórarnir eru allir limir í Grímu. Talan er um Biritu Mohr, Ega Dam, Katarina [...] eru tey, sum ynsktu at vera við, í Havn og venja saman við teimum har. Í Klaksvík eru tey um 30 fólk, sum venja til útisjónleikin á Ólavssøku. Hans Hjalti Skaale, formaður í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sigur