Størsta tiltakið í sambandi við Eldraárið í Føroyum verður í næstu viku. Frá hósdegnum og fýra dagar fram verður Norðurlandahúsið karmur um ørgrynnu av tiltøkum, ið so ella so lýsa støðuna hjá teim gomlu í samfelagnum.
Á eldrapolitiska økinum verður pallborðsfundur og ráðstevna, sum fara fram tveir teir fyrstu dagarnar. Seinnu dagarnar er skráin løgd fyri eldra ættarliðið at njóta, og tá verður eitt fjølbroytt úrval av spennandi mentanarligum tiltøkum á skránni. Eitt nú fyrilestrar, tónleikur, og dansur.
Tað heilt stóra verður ein veitslukonsert leygarkvøldið 2. okt. í Norðurlandahúsinum. Fyri at so mong sum gjørligt skulu fáa gleði av henni, verður konsertin send beinleiðis í Sjónvarpi Føroya. Skráin er sjálvsagt sett saman við eldru áskoðarunum í hyggju. Havnar Hornorkestur, Havnarkórið, Kamarorkestrið, og Harmonikuliðið taka lut umframt Systi og Beiggi úr Likkulikkuleiu og Petra Iversen, ið fer at syngja. Vertir vera Adelborg Linklett og Sverri Egholm.
Hóast tað uttan iva er óhøgligt hjá fleiri at koma til Havnar til tiltakið, vónar Fyrireikingarbólkurin fyri Eldraárið í Føroyum, at so nógv fólk sum gjørligt taka lut á Eldradøgunum. Samstundis eru innbjóðingar sendar til politikarar, embætisfólk, pensjónistafeløg og onnur, ið vara av eldraøkinum.
67 ár og hvat so
Nógv tann størsti parturin, umleið 80 %, av aldursbólkinum 67 ár og eldri, eru frísk, klár og væl fyri. Hesin bólkurin er spáddur av vaksa munandi í árunum sum koma. Mong eru tey, sum hava ta áskoðan, at "tey eldru" verða koyrd í ein bólk, sum tað verður tosað um, men ikki við. Hesin spurningurin verður umrøddur á pallborðsfundinum hósdagin. Tað vera ikki serfrøðingar, sum fara at sita har og svara spurningum, men umboð fyri umrødda aldursbólk. Evnini tey fara at umrøða eru: klientgerðan, pensjónir og fíggjarlig viðurskifti hjá pensjónistunum, íbúðarviðurskifti, samstarv millum eldri og yngri, og tey gomlu í fjølmiðlunum.
Tann gloymdi bólkurin fær eisini rúm á Eldradøgunum. Fríggjadagin verður nevniliga ráðstevna um demens. Birthe Hansen, stjóri fyri eldraøkið í Frederikssunds kommunu og Tove Vestergaard, samskipari í Slangerup kommunu, fara at halda fyrilestur. Sofus Joensen, yvirlækni, fer at halda fyrilestur um demens, Ása á Mýrini, heimasjúkrasystir, fer at greiða frá røktartørvskanningini í Suðurstreymoy, og Jógvan Fríðriksson, sóknarprestur, fer at greiða frá virðisligum ellisárum.
Nógv í gongd
Eldradagarnir 1999 er størsta einstaka tiltakið í eldraárinum, og samstundis tað seinasta sjónliga tiltakið, sum verður á skránni í sambandi við eldraárið. Men onnur tiltøk halda fram.
- Ymsar kanningar eru í gongd, skúlar arbeiða við eldraøkinum sum evni, bóklingur verður gjørdur um stuðul, hjálp og annað. Tá ið alt er avgreitt, er ætlanin at gera eitt álit, sum lýsir støðuna hjá teim eldru, og hvørji ynski eru frammi, sum so verður handað landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum, sigur Bartal Kass, formaður í Fyrireikingarnevndini fyri Eldraárið í Føroyum.
Eldraárið er av við árslok, men formaðurin í Fyrireikingarnevndini sigur, at arbeiðið í kjalarvørrinum á Eldraárinum heldur fram.
- Hildið verður fram við ymsum uppgávum í einum ella øðrum formi. Tað er rættiliga umráðandi, at vit ikki steðga á nú, sigur Bartal Kass.
Hvat komið er burtur úr higartil, sigur Bartal Kass.
- Støðan hjá teim eldru er betur lýst, og tey hava tikið ein virknan og sjónligan leiklut í kjakinum. Politikarar hava meldað út, hvussu støðan er í ymsu økjunum í Føroyum, hvør tørvurin er á røktarheimsplássum, og hvussu framtíðarvánirnar eru. Samskiftið millum politikarar og tey gomlu má haldast í gongd, fyri at tey gomlu kunnu vera við at skapa sær sínar egnu karmar. Fremst á hesum økinum hava verið klaksvíkingar, sum hava ítøkiligar ætlanir um eldraíbúðir, sambýli og annað.