Bókadeild Føroya Lærarafelags, Fannir og Føroya Skúlabókagrunnur geva út bøkur eftir William Heinesen á 100 ára degi hansara. Í hesum sambandi verður skipað fyri kvøldsetu í Kommunuskúlahøllini 14. januar kl. 20.00.
Í fimmtiárunum myndprýddi William kommunuskúlahøllina við myndevnum úr Sjúrðarkvæðunum, hesar myndir eru stórfingnar og spennandi og skuldu verið góður karmur um eina kvøldsetu Williami til heiðurs. Á skránni verður dansur, sangur, tónleikur, upplestur og hugleiðingar. Børn í Kommunuskúlanum fara upp á gólv, Havnakórið fer at syngja tekstir hjá Williami og Edvard N. Debess og Teitur Lassen hava gjørt hvør sítt lag til yrkingar hjá Williami, sum teir fara at framføra. Myndir hjá Edwardi Fuglø til Veingjaða myrkrið verða sýndar fram.
William ummælir
fagrar listir
- Forlagið Fannir
William Heinesen skrivaði bøkur sínar á donskum. Tað vita øll. Men fæstu munnu vita, at hann eitt langt lív skrivaði greinir og hugleiðingar á føroyskum í tíðarritum og bløðum.
Mentamaðurin Jóhannes Enni, sáli, savnaði alt hetta tilfarið, og burtur úr tí hava Marianna Debes Dahl og Árni Dahl gjørt eitt úrval, sum forlagið Fannir gevur út undir heitinum William ummælir fagrar listir. Hetta eru umrøður og ummæli, ið William Heinesen skrivaði í árunum frá 1924 til 1984. Talan er um tilsamans 46 greinir, tólv kunnu vit nevna bókmentagreinir, fimtan bókaummæli, ein er um leiklist, fimm um tónlist, níggju um myndlist, og fýra kunnu vit rópa orðadrátt.
Aftast í bókini eru evnisyvirlit og navnaskrá.
Ingi Joensen hevur evnað kápuna til. Har nýtir hann málningin Fjallaoyggjar, sum Jacob Olsen, vinmaður Williams, málaði.
Á kvøldsetuni kunnar Marianna Debes Dahl um bókina og lesur brotið: Hitt mikla stríðið um keisarans skegg.
Veingjaða myrkrið
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Edward Fuglø hevur myndprýtt stuttsøguna Veingjaða myrkrið. Gunnar Hoydal hevur skrivað formælið og týtt søguna úr donskum.
Tað eru nøkur ár síðan, at Edward setti sær fyri at myndprýða eina stuttsøgu hjá Williami. Søgan Veingjaða myrkrið er avgjørt ikki lættasta søgan at fara í holt við, tí mest sum øll søgugongdin er í myrkri. Edward valdi tó júst hesa søguna, tí hon snýr seg um børn, og hann hevur alla tíðina havt barnið í huganum, tá ið hann teknaði myndirnar. Edward fer á kvøldsetuni at hugleiða um arbeiðið at myndprýða eina søgu hjá Williami.
Tað hevur hepnast Edwardi so væl at myndprýða søguna við 18 stórum myndum, at forløgini Gyldendal í Danmark og Mál og menning í Íslandi gjørdu av at geva bókina út saman við Bókadeildini. Veingjaða myrkrið kemur sostatt samstundis út í Føroyum, Danmark og Íslandi.
Stjørnuskaldið
undir Varða
- Føroya Skúlabókagrunnur
Stjørnuskaldið undir Varða er savn við myndum, tónum og tekstum eftir William Heinesen. Úrvalið er skipað eftir høvuðsevnum í skaldskapi hansara. Savnið er býtt í tríggjar høvuðspartar, ið eita Fólk og samfelag, Lívgevandi máttur og Tilverufatan. Tekstirnir eru allir týddir til hesa útgávuna og høvuðsdenturin er lagdur á at flyta William varliga og neyvt yvir í føroyskt og varðveita stevið og tónan í máli hansara. Flestu tekstirnir hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum og eru í fullari longd.
Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen, studentaskúlalærarar, hava staðið fyri úrvalinum, hava skrivað um rithøvundin og skrivað inngangirnar til einstøku evnistættirnar í savninum. Axel Tórgarð hevur týtt stuttsøgurnar, Gunnar Hoydal yrkingarnar og Zakaris Svabo Hansen greinirnar. Knút Olsen skrivaði nótarnar til Tívilsdøtur eftir lagi hjá Williami.
Hóast savnið er ætlað miðnámsskúlunum, er útgávan eitt frágerða gott høvi hjá almenninginum at ogna sær William í leikandi løttum nýtýðingum.
Á kvøldsetuni fara sjónleikarar at lesa tekstir úr savninum, og høvundarnir fara at siga nakað um William Heinesen og skaldskap hansara.










