Eystanstevna
Á eystanstevnu í fjør varð fyri fyrstu ferð skipað fyri sonevndum bátatreffi í Runavík. Talið av bátum, sum vóru við í siglingini úr Saltnesi og inn í bátahylin, var 54. Veðrið var gott hin fyrra dagin, men hin seinna fór at regna, og nakað bleiv av vindi. Líkt er til, at veðrið fer at roynast betri hesaferð.
Bjarni Bjarnastein, ið eigur 30 fót stóra glastrevjabátin Claudiu, er settur at skipa fyri siglingini inn á Runavík, og hann verður kontaktpersónurin hjá bátafólki á bryggjuni. Hann er eisini formaður í Bátafelagnum á Bakka.
- Tað eru eisini vit, sum koma at standa fyri matsøluni, sum verður í tjaldinum á bryggjuni, leggur hann aftrat.
Bátahylurin í Runavík verður ruddaður fyri teir bátar, sum vanliga liggja har, og hetta er í sátt og semju við bátaeigararnar.
- Nú sigur hann gott veður til fríggjadagin, tá bátarnir enn einaferð savnast úti fyri Saltnesi klokkan 17. Eg fari at halda samband við bátsfólkið við eini megafon, sum eg fari at rópa í, og eisini fari eg at halda samband um whf’in á kanal 8. Tí hevði tað verið gott um fólk, sum verða við til bátatreffið – vónandi mong í tali - kundu lurtað á hesi kanal, sigur Bjarni.
Hann vísir á, at tá bátarnir koma inn í hylin, taka fólk ímóti og skipa fyri, hvussu bátarnir skulu liggja.
- Allir fara at liggja við hekkuni móti bryggjuni, so sleppast kann undan, at gingið verður úteftir øllum bátunum. Bátarnir, sum verða við í tiltakinum, fáa landstreym og vatn. Bæði kvøldini verður breyðsøla í bryggjutjaldinum.
Leygarkvøldið verður eisini Syngið við á bryggjuni, og tá verða Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen gestatónleikarar.
- Eg havi skilt, at tað verður eingin veruligur dansur á bryggjuni, men um onkur hevur harmoniku ella guitar við, eru fólk sjálvsagt vælkomin at undirhalda og annars skipa fyri hugna. Vit skulu nokk syngja við, sigur Bjarni brosandi.
Siglt nógv
Sigling í stuttleikabáti hevur vundið alt meira uppá seg í Føroyum, men tað eru sløk 21 ár síðan, at Bjarni keypti sær Claudiu, sum hann hevur siglt víða um høv við. Mátarin sigur, at hann hevur siglt út við 30.000 sjómíl hesi árini.
Hann hevur eitt nú siglt rundan um Írland og niður við skotsku og ensku strondini eystanfyri. Hann hevur verið í Hálandi og hevur siglt gjøgnum kanalirnar har. Hann hevur siglt í Kielerkanaluni, og hann hevur verið í Danmark, Noregi og Svøríki – bara fyri at nevna nøkur av londunum, Bjarni hevur vitað við Claudiu.
- Oftast eri eg einsamallur, og tá eg eri farin langar túrar, havi eg ofta verið burtur í einar tveir mánaðir í senn.
Bjarni hevur annars landað skip í næstan 30 ár, har hann hevur verið maðurin, sum hevur staðið við kranan. Í fleiri ár hevði hann eisini sín egna kranabil.
Nú vit høvdu hann í telefonini seint á kvøldi, skuldi hann uppaftur at landa klokkan 06 morgunin eftir.
Bjarni gjørdist formaður í Bátafelagnum á Bakka í januar/ februar í ár. Felagið hevur egin hús á Glyvrum, sum partvís eisini virka sum undirhús.
- Limirnir í felagnum hava eina kotu, og soleiðis sleppa teir inn í húsið, tá tað hóvar teimum. Jú, húsið verður nógv brúkt, og her er mangan lívligt prát um bátar, veður, vind og alt, ið hugsast kann, tá menn hittast, sigur Bjarni Bjarnastein.