Træskip flaggsigling til Danmarkar

 

Í dag sást á bryggjuni í Vági, at sluppin johanna verður riggað til. Orsøkin, at ein longri ferð er fyri framman, og ferðin byrjar um eina viku.

2. juni 2019 eru tað 100 ár síðani, at Merkið fyri fyrsta ferð alment varð borið fram. Hetta fór fram í Nordmandsdalen í Fredensborg Slotspark, og tað var Kjartan Mohr, ið gekk á odda fyri skrúðgonguni við Merkinum.

Felagið Føroysk Træseglskip gjørdi á aðalfundi í november 2017 av at heiðra Merkið við at sigla til Danmarkar fyri 2. juni 2019 í skrúðgongu at ganga í fótasporunum hjá teimum, sum í 1919 gingu til Nordmandsdalen. føroysku skipini vóru tey fyrstu, sum tóku merkið til sín, og skipini slóðaðu soleiðis fyri, at Merkið seinni varð alment viðurkent sum tjóðarflagg føroyinga.

Ferðin til Danmarkar byrjar í Odense, har skipini koma tann 23. mai 2019. Flotin fer at liggja við bryggju beint við Nordatlantisk Hus, og flotin verður partur av Havnekulturfestivalen í Odense, sum savnar eini 20.000 - 30.000 fólk teir 3 dagarnar, festivalurin varir.

##med2##

Fra Odense gongur leiðin til Århus, har flotin kemur 27. maj. Flotin fer at liggja við Honørkajen, ið er beint við tað nýggja og stásiliga høvuðsbókasavnið í býnum. 

Síðsti steðgur, áðrenn flotin kemur til Keypmannahavnar, er Helsingør. Har kemur flotin at liggja beint við Museet for Søfart. 

30. maj, kl. 8:30 siglir flotin til Keypmannahavnar. Við umborð verða nøkur kend umframt serliga innboðin fólk. Í Keypmannahavn fer Diana Victoria saman við føroyskum árabátum at rógva framman fyri flotan fram til Norðuratlantsbryggjuna, har flotin fer at liggja í eina góða viku.

2. juni 2019 er dagurin, tá ið Merkið fyri fyrsta ferð varð sýnt alment fram. Hetta hátíðarhalda vit við fyrst at fara í skrúðgongu við Merkinum á odda frá Norðuratlantsbryggjuni til Regensen, har Merkið var sniðgivið. Røður verða hildnar, og sangir sungnir. Frá Regensen verður farið í Holmens Kirke, har hildin verður ein føroysk Merkisgudstænasta. Eftir lokna gudstænastu koyra bussar til Nordmandsdalen við Fredensborg Slot, har luttakararnir í skrúðgongu fara at ganga í fótasporinum hjá Kjartani Mohr, sum í 1919 har á fyrstu sinnu sýndi fram Merkið.

Merkisberari 2. juni 2019 verður Mórits Mohr, abbasonur Kjartans. Í Nordmandsdalen verður røður hildnar, og sangir sungnir. Tá ið komið er aftur til Norðuratlantsbryggjuna, verða ymiskur tónleikur og føroyskur dansur á skránni.

5. juni verður siglt til Ebeltoft, har flotin fer at liggja við síðani av Glassavninum og framann fyri Fregatten Jylland, sum tríggjar ferðir hevur verið í Føroyum.  Har fer Birgir Enni eisini at vera gestakokkur á einari matstovu, ið liggur beint við síðuna av bryggjuni, har flotin liggur bundin.

##med3##

Sunnudag tann 10. juni 2019 siglir flotin heimaftur. Á veg heim fer flotin inn til Leirwick tann 12. juni fyri at sýna skipini fram og kunna bæði fólk á staðnum og fjølmiðlarnar um tann avgerandi týdning, sum bretska stjórnin spældi í føroysku flaggsøguni 25. apríl 1940. Øll skipini verða aftur í Føroyum 15. juni.

Fyri at runda av Flaggsigling 2019 fara skipini tann 22. juni 2019 á Tvøroyri, so manningarnar sunnudagin 23. juni 2019 kunnu luttaka í Merkisgudstænustu í Famjin, har Jens Oliver Lisberg liggur grivin. Um kvøldið verða ymisk tiltøk í Salt fyri við stíli at avrunda Flaggsigling 2019.

Tey sjey skipini, sum fara til Danmarkar eru: Westward Ho (1884), Johanna (1884), Dragin (1920), Thorshavn (1940), Norðlýsið (1945), Heimdal (1919) og Norðan (1919).