Fallulah, - hin whiskey drekkandi poppprinsessan

Veruliga navnið hjá Falluluh er Maria Apetri, og hon var fødd í Tårnby á Amager í 1985. Mamman er donsk, pápin var rumeni, og foreldrini vóru fólkini handan balktiska fólkadansara bólkin Crihalma, so lítla Maria vaks upp í einum umhvørvi, har dansur og tónleikur fylti eina rúgvu, og ferðaðist nógv í Balkan og Eysturevropa, so tað er helst ikki so løgið, at hon eisini hevur valt eina yrkisleið sum tonleikari og dansari.

Sjálv sigur Fallulah, sum vit velja at kalla hana her, at tónleikurin hjá henni heldur skal flokkast sum ein blanding millum indie rock og baltiskar rytmur, enn sum poppur.

- Og hetta gevi eg henni rætt í. Á pallinum var bæði harmonika og banjo við meira, og tónleikurin, hon framførdi á G! var avgjørt eitt etniskt og stílmessugt mix av mongum ymiskum genrum og tónleikarum. Millum annað hugsaði eg Gogol Bordello, Tom Waits, Edie Brickell, Rage Against the Machine og ikki minst klezmer tónleik, sum enn hevur sterkt fótafesti á tónleikapallinum í dag, hóast hesin tónleikastílur hevur verið ótrúliga væl umtóktur millum annað í Danmark og Íslandi seinastu nógvu árini. Klezmer íblásturin er sanniliga eisini at finna á føroyska tónleikapallinum í dag, til dømis við nýggjasta ískoytinum til genruna, ungi bólkurin Gipsy Train, sum eisini var á G! skránni í ár, men sum vit seinastu árini kanska mest hava sæð hjá tónleikarum sum Búa Dam og Dánjal á Neystabø.

Upprunin hjá Falluluh kom ikki bert til sjóndar í tónleikinum, men eisini í dansinum hjá henni, sum avgjørt var við til at gera heildarmyndina av konsertini betur, hóast eg byrjaði at sakna meir gjøgnumslagsorku longu eftir teim fyrstu tíggju minuttunum.

Pallmyndin var eisini flott og kreativ, og ikki minst klæðini hjá ungu songkvinnuni. Ein svartur, strammur kjóli við brúnum fjarðum niður eftir síðunu fangaðu eygað, og var við til at gera showið meir fullfíggjað. Rock elementið royndi hon at toga inn í myndina við skála í Jack Daniels fleiri ferðir undir framførsluni. Hetta er ein mynd, sum fær tey flestu at hugsa um góðar menn sum Slash og aðrar tungar dreingir, sum avgjørt hava gjøgnumslagsorku, og eru ímyndin av rock ´n´ roll. Men hjá Falluluh riggaði henda referancan og postmodernaða samanrenning av ymiskum genrum absolut ikki, men var heldur við til at ein sum áskoðari stóð eftir við eini kenslu av ørkymlan.

Fallulah vantaði sál og gjøgnumslagorku, stutt og greitt, hóast hon bæði syngur løttu løgini og dansar væl og elegant. Og tað kann ein fløska av whiskey ella royndir á at headbanga (!) ikki bjarga. Ei heldur ein í veruleikanum forpoopað og spøk klezmer roynd. Tíverri. Miðskeiðis í konsertini var tó komið hampiliga gott lív í nógva fólkið, sum var komið at lurta, hóast tað regnaði illa. Lagið var eisini fínt millum áskoðararnar. Kanska serliga í millum tey heilt ungu, sum nýttu fría framførsluháttin og tónleikin hjá Falluluh. At enda á konsertini misti hon tó sambandið við fólkið, sum sóust fara frá konsertøkinum, so við og við, og møguliga var hetta eitt tekin til hennara um at byggja konsertirnar og tónleikin upp á ein annan hátt enn sum eitt 50 minuttir langt dráp, sum skuldi “gerast gott aftur” við einum hitti sum seinasta lag.


post@sosialurin.fo


myndatekstur


Fallulah vantaði sál og gjøgnumslagorku, stutt og greitt, hóast hon bæði syngur løttu løgini og dansar væl og elegant.

Mynd: Jens Kristian Vang