deildin hjá Feðgum. Kári leggur dent á, at hann altíð hevur kent seg væl í Klaksvík og at hann metir, at klaksvíkingar tóku væl ímóti havnarmanninum Kára Muller, tá hann fyri 18 árum síðani lat upp handilin [...] handilin Feðgar i Klaksvík. Hetta vónar hann framhaldandi verður gongdin, nú hann hevur selt bæði handilin, navnið og handilsbygningin til klaksvíkingar. Kári, sum altíð hevur kent seg væl móttiknan í Klaksvík [...] handilsbygningin. Keypararnir eru Óli Marner og Johanna Christiansen og Alice Eliasen og Petrina Hansen. Hesar báðar seinast nevndu hava seinastu mongu árini staðið fyri frálíku tænastuni í handilinum
landskappingarmál í ár, men neyvan tað seinasta, tá hann fekk bóltin eftir fríspark úr høgru. Hann royndi seg úr 20-25 metrum, og hann sat, sum hann skuldi. Leiðslan helt bert í fýra minuttir. Robert [...] Áslakur Petersen og Rógvi Róin lógu beint aftanfyri, gjørdi sær dælt av miseydnaðari rangstøðufellu, og hann var tryggur móti Bjarna Johansen í VB-málinum. Málið luktaði langan veg av rangstøðu, og tað gjørdi [...] teimum 90. ÍF-verjan var ikki nóg avgjørd at rudda upp eftir hornaspark, bólturin endaði hjá Elian Hansen, sum skeyt og rakti Rógva Róin. Bólturin fór beint uppeftir og dalaði niður aftanfyri Erling, sum
hevði helst havt hann, hevði hann verið innanfyri). B36 endaði hálvleikinum við at fáa nøkur hornaspørk, og eitt av hesum, sum B68-verjan fekk útfrá, endaði hjá Jens Kristiani Hansen, sum smekkaði til [...] hesaferð var alt ov illa vardur. Úr nøkulunda somu støðu sum tað fyrra málið hevði hann tíð til at leggja bóltin og senda hann framvið Magnusi Poulsen til 2-0. Nú skuldi B68 veruliga fram á vøllin, um teir [...] hálvleikssteðginum, og hann setti ferð á úti í vinstru álopssíðu hjá heimaliðnum. Lágvaksni, men kviki toftamaðurin átti eisini sín part í málinum, sum gav B68 vónina aftur. Hann rann frá Pól Thorsteinsson
nítiárunum var danski búskapurin so væl fyri, at hann var mettur at vera ein tann sterkasti í ES. Ikki rætt at lækka nú Við hesum legði Karsten Hansen upp til, at tað ikki er rætt í løtuni at lækka skattin [...] inflatiónina uppeftir, so er vandi fyri at uppspararnir fáa eina negativa realrentu, segði Karsten Hansen. Tað sum hann vísir á merkir, at inflatiónin er hægri enn tann tilskrivaða rentan - ella sagt á ein annan [...] hava nú fulla ábyrgd av fíggjarpolitiska økinum, og tí verður farið varliga fram, sigur Karsten Hansen. Hann leggur afturat, at skattalækkingar bert vera framdar um tað verður mett at verða fíggjarpolitisk
trygdini í bankakervinum«. Karsten Hansen legði afturat, at tað er Føroya fólk, sum eigur bankan, og tað verður verandi soleiðis eitt tíðarbil enn. Jóannes Eidesgaard segði, at hann var stak fegin um svarið frá [...] Sitandi samgonga hevur ikki ætlanir um at fara undir privatiseringar av Føroya Banka, segði Karsten Hansen, lansstýrismaður í fíggjarmálum í svari uppá fyrispurning frá Jóannesi Eidesgaard. Jóannes setti [...] leiðslan í bankanum innkallingina soleiðis, at ístaðin fyri at bankin kundi ogna sær 10 pst. kundi hann nú bert ogna sær upp til eitt pst, og tað er tað, sum liggur á privatum hondum í dag. Ímóti privatisering
maður at royna seg var hollendingurin Berend Veneberg, men hann fekk einans lyft kassan upp frá, áðrenn hann misti hann niður aftur, so at hann einans ognaði sær 30 stig. Í hølunum á Veneberg royndi od [...] trimum bestu júst tann sama, men hevði Regin ikki mist takið á vektini, tá hann vendi, so hevði hann helst vunnið hesa greinina, tí hann var minni enn eitt hálvt sekund aftan fyri Magnus Samuelson. Gott útgangsstøði [...] Joku Ahola royndi seg beint eftir teir báðar, men hann gjørdi einki við svian og føroyingin, og hóast hann segði seg hava runnið fyri lívinum, so var hann eini trý sekund aftan fyri teir báðar. Ahola segði
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 7. mai fingu Helga og Gunnar Nattestad, Bø, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3200 gr. 11. mai fingu Fanny Kruse og Tummas Pauli Hansen, Norðskáli [...] 24. apríl fingu Nicholas Holm og Randi Johannesen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3700 gr. 5. mai fingu Elin og Eyðstein Christiansen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long [...] Norðskáli, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3450 gr. 11. mai fingu Súsanna og Jógvan Andrias Debes, Rituvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4050 gr. 11. mai fingu Barbara og Kristoffer Poulsen
stólpan. Í 79. minutti gjørdi sami maður tað gott aftur, tá hann skoraði eftir deyðbólt, og eftir 84 minuttir sneiddi hann fýra spælarar av, áðrenn hann fór inn um málverjan og trillaði í kassan til 8-0. Síðsta [...] sum henda dagin fylti 20 ár. 72 minuttir vóru farnir, tá hann sneiddi fleiri av, rann frá verjuni og skoraði, og fimm minuttir seinni brúkti hann somu uppskriftina. Í 78. minutti varð Petur Sjúrðarberg [...] minuttir farnir. Kristjan fylti ikki runt, men náttina frammanundan hevði hann neyvan blundað nakað serligt, tí tá hevði hann verið á føðideildini, har konan hevði skorað ein arving!
mugu endurnýggja sína áskoðan. Landsliðsmaðurin spældi fínt, og einasta minussið á avrikinum var, at hann í púra leysari støðu mitt fyri málinum ikki megnaði at umseta flata innleggið frá Henningi Jarnskor [...] korter komst fyrst og fremst av, at KÍ málverjin hevði útinnt nakrar einastandandi bjargingar (at hann fekk sligið skotroynd frá púra leysum Magna Jarnskor úr stuttari fjarstøðu mitt fyri málinum burtur [...] til fyrimunar. Heðin á Lakjuni krúllaði tríggjar av og komin á brotsteigarmarkið mitt fyri royndi hann við høgra beini (Rógvi Jacobsen var púra leysur eitt sindur til høgru í brotsteiginum), og hina ferðina
svara uppá. Tað sum sjáldan kemur fram er, hví svarið er nei. Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen hevur alment sagt, at tað ikki er tørvur á útlendskari fígging í Føroyum, vit skulu bara hava skilagóðar [...] til av peningi í Føroyum. Hinvegin eru so onnur sum siga, at gamaní er peningurin til staðar, men hann er bara ikki serliga vágafúsur. Á sumri 1997 legði eginpeningsnevndin fram álit um »partabrævamarknað [...] Hetta álit gevur greiðar ábendingar um, at eginpeningurin í føroyskum vinn-ulívi er væl lægri enn hann er í okkara grannalondum. Í løtuni verður arbeitt á fleiri økjum fyri at styrkja og betra fíggingina