Tað er meiri enn so komið fyri, at teir næstbestu í Gøtu hava snýtt leirvíkingar og eru farnir gjøgnum bergholið við øllum stigunum. Men tað kom ongantíð upp á tal, tá teir vóru hinumegin fjallið og vitjaðu leygardagin. Tað komst partvís av, at liðið hjá gøtumonnunum var so nógv veikari, enn tað hevur verið onnur ár, og ikki minni komst tað av, at Harry Benjaminsen og leirvíkingar tykjast hava sett eitt lið saman, ið av álvara kann fara at spæla ein leiklut í uppflytingarstríðnum.
Hallur Hansen í LÍF málinum hevði lítið ella rættari einki at gera. Gøtumenn høvdu onga álvarsama roynd móti málinum. 27 minuttir vóru farnir, tá LÍF setti hol á. Og so gekk slag í slag. Teir fingu níggju mál, og um teir høvdu verið eitt sindur neyvari, so kundu málini havt verið eini trettan ella fjúrtan. Men so skal eisini sigast, at onkur av málunum vóru í so bílig, bæði tí verjan og málverjin hjá GÍ ikki gjørdu tað, ið kundi væntast.
Jonhard Høgnesen stútaði skrátt innlegg inn um verjuna upp um Mortan Joensen til 1-0, og 43 minuttir vóru farnir, tá Tomek stútaði hornasparksinnlegg úr vinstru til 2-0.
Í 2. hálvleiki var mest sum bara spæl til eitt mál. 52 minuttir vóru farnir, tá Tomek rann frá verjuni og lobbaði upp um málverjan, 57 minuttir vóru farnir, tá vongverjin í vinstru, 30 ára føðingardagsbarnið Poul Suni Dam, skoraði úr 19 metrum.
So vórðu tríggir nýggir menn skiftir inn. Ein av teimum var Petur Sjúrðarberg, sum henda dagin fylti 20 ár. 72 minuttir vóru farnir, tá hann sneiddi fleiri av, rann frá verjuni og skoraði, og fimm minuttir seinni brúkti hann somu uppskriftina. Í 78. minutti varð Petur Sjúrðarberg feldur í brotsteiginum, men Mirek sendi brotssparkið í stólpan. Í 79. minutti gjørdi sami maður tað gott aftur, tá hann skoraði eftir deyðbólt, og eftir 84 minuttir sneiddi hann fýra spælarar av, áðrenn hann fór inn um málverjan og trillaði í kassan til 8-0.
Síðsta málið fekk Kristjan á Reynatrøð. Tá vóru 89 minuttir farnir. Kristjan fylti ikki runt, men náttina frammanundan hevði hann neyvan blundað nakað serligt, tí tá hevði hann verið á føðideildini, har konan hevði skorað ein arving!