Finsk sisu vann Atlantic Giant 99

Styrkiskappingar: Finnin Joku Ahola vann kappingina um at gerast ársins atlantsrisi, meðan okkara egni Regin Vágadal við einum framúrskarandi avriki gjørdist næstbestur, tvey stig framman fyri heimsins sterkasta mann - svian Magnus Samuelson

Um vikuskiftið var afturvendandi kappingin um at gerast The Atlantic Giant. Kappingin var skipað yvir tveir dagar, so at teir átta luttakararnir kappaðust í fýra kappingargreinum leygaradagin, og sunnudagin var so aftur kappast í fýra øðrum greinum.

Góða veðrið, sum var kring landið leygardagin, gjørdi sítt til, at tær fýra fyrstu kappingargreinarnar vóru væl vitjaðar. Tó vóru ikki so nógv fólk í Kirkjubø til allarfyrstu kappingina, men tá ið teir nakað fyri døgurða leygardagin kappaðust í rættstøðulyft niðri í gomlu Hoyvíkini, var heilt fitt av fólki komið saman. Aftaná døgurða var so farið oman á Vaglið at kappast, og onkur vildi vera við, at stívliga túsund fólk vóru savnaði í hjartanum av høvuðsstaðnum at síggja teir sterku menninar kappast.


Regin legði bragdliga fyri

Stutt undan kappingina gjørdist tað greitt, at kanadiumaðurin Hugo Girard ikki fór at koma, og tískil var neyðugt at fáa ein annan mann í hansara stað. Tað gjørdist ein av mongu ungu og evnaríku sterku monnunum í Danmark, Rene Minkvitz, sum traðkaði til í staðin fyri kanadiumannin.

Tann fyrsta kappingin var, sum áðurnevnt, í Kirkjubø. Her bleiv kappast í at lyfta fimm steinar, sum vigaðu ávíkavist 100, 120, 140, 150 og 180 kilo upp á ein pall, so skjótt sum gjørligt. Regin Vágadal var seinastur av luttakarunum at royna seg, og tað vísti seg eisini, at hetta var ein fyrimunur, tí Regin vann kappingina, góð tvey sekund framman fyri finnan Joku Ahola, sum hevði roynt seg beint undan Regini. Hetta góða úrslitið hjá heimsins sterkasta føroyingi kveikti enn meiri lív í vónirnar hjá áskoðarunum um eitt gott føroyskt úrslit, men í næstu kappingargreinini gekk ikki so væl hjá Regini, og vónirnar fánaðu aftur nakað.

Næsta kappingargreinin var beint fyri døgurða, tá ið kappast var í rættstøðulyft niðri í gomlu Hoyvíkini. Havandi í huga nógvu trupulleikarnar, ið Regin Vágadal hevur havt við rygginum, valdi hann at ansa eitt sindur eftir og ikki overva seg. Ikki óvæntað vann fyrrverandi vektlyftarin, Joku Ahola, hesa kappingargrein við einum lyfti á 420 kilo, meðan Regin Vágadal gjørdist nummar fimm við einum lyfti á 360 kilo.

Undan teimum báðum kappingunum á Vaglinum seinnapartin leygardagin hevði finlendingurin Joka Ahola tískil lagt seg á odda við 15 stigum, meðan Regin var nummar tvey við 12 stigum, eitt meiri enn íslendingurin Torfi Ólafson. Kappingarnar á Vaglinum vóru, sum áðurnevnt, sera væl vitjaðar, og tann stóra mannamúgvan stuðlaði eisini luttakarunum væl, serliga Regini Vágadal. Fyrra kappingin á Vaglinum var at ganga ein tein við einum tungum steini, og hesa kappingina vann Magnus Samuelson, meðan Regin gjørdist nummar tvey, og Joku Ahola gjørdist nummar trý. Í kappingini, sum kom aftaná hesa, har tað ráddi um at ganga ein tein við eini 220 kilo tungari vekt millum beinini, gjørdist raðfylgjan hjá teimum trimum bestu júst tann sama, men hevði Regin ikki mist takið á vektini, tá hann vendi, so hevði hann helst vunnið hesa greinina, tí hann var minni enn eitt hálvt sekund aftan fyri Magnus Samuelson.


Gott útgangsstøði hjá Regini

Endaliga úrslitið av tí fyrra kappingardegnum í The Atlantic Giant gjørdist tískil, at finnin Joku Ahola hevði staðið seg best og hevði ognað sær 27 stig, meðan Regin Vágadal var beint í hølunum á honum við 26 stigum. Heimsins sterkasti maður og The Atlantic Giant 1998, sviin Magnus Samuelson, lá á einum triðjaplássi við 23 stigum, so lagt var upp til eina spennandi finalu á ovara vølli í Gundadali seinnapartin sunnudagin.

Havandi spennandi støðuna í huga, kann tað ikki sigast at vera annað enn eitt vónbrot, at so fáir áskoðarar møttu til kappingina sunnudagin. Ilt er at meta um, hvussu nógvir teir vóru í tali, men eitt skot er, at umleið fimmhundrað áskoðarar vóru í góðveðrinum í Gundadali og sóu spennandi endabrestin á kappingini.


Eitt fet aftrat hevði verið nokk

Fyrsta kappingin í sjálvum finaluumfarinum í Gundadali var millwalk ella globalwalk, sum teir nú eisini eru farnir at rópa tað. Ein kassi við 400 kilo av salti var festur í eina stong, sum luttakararnir so skuldu ganga í ring við, so nógv umfør sum gjørligt.

Fyrsti maður at royna seg var hollendingurin Berend Veneberg, men hann fekk einans lyft kassan upp frá, áðrenn hann misti hann niður aftur, so at hann einans ognaði sær 30 stig. Í hølunum á Veneberg royndi oddafiskurin, finnin Joku Ahola, seg. Hesin ikki serliga høgi, men sera breiðvaksni finnin prógvaði enn einaferð, at tað er nakað um fyribrigdið finsk sisu. Ahola gekk nærum hálvafjórðu ferðir í ring, og harvið ognaði hann sær 1230 stig. Aftaná at Ahola hevði roynt seg, kom túrurin so til Regin Vágadal. Tað gekk skjótt hjá Regini at byrja við, men so líðandi fór eisini hann at møðast, men spenningurin var stórur, tá hann slepti stongini, tí eingin ivi var um, at hann var sera nær við avrikið hjá Ahola. Tíverri vísti tað seg, at Regin var einans 25 stig aftan fyri finnan, og tískil hevði tað verið nokk fyri Regin, um bert hann hevði tikið eitt fet aftrat.

Svenski risin, Magnus Samuelson, royndi seg beint eftir Regin, og eisini hann var sera nær við teir báðar, Ahola og Vágadal, og tá úrslitið hjá honum kom, vísti tað seg, at hann var fullkomiliga javnur við Regin. Eftir Samuelson royndu ávíkavist ungarin Fekete og íslendingurin Torfi Ólafson seg, men hvørgin teirra kom nær námind av teimum trimum fremstu.

Næsta kappingin var at halda tveimum tunnum, sum vigaðu 200 kilo hvør, leysar av vøllinum, so leingi sum gjørligt. Hetta er ikki sterkasta kappingargreinin hjá Regini, og hann noyddist eisini síggja bæði Ahola og Samuelson standa seg betur, saman við Torfa Ólafsyni, sum vann hesa kappingina. Hevði Regin tó hildið tunnum eitt sekund longur, hevði hann verið framman fyri svian, men so var ikki.


Mettu at Regin setti heimsmet

Áðrenn næstseinastu kappingina hevði finnin trygga leiðslu. Hann hevði higartil ognað sær 42 stig, meðan Regin Vágadal á øðrum plássi hevði 37,5 stig, tvey meiri enn Magnus Samuelson.

Kappingargreinin, sum luttakararnir nú skuldu royna seg í, var kaggalasting. Hetta er ein av teimum greinunum, sum Regini dámar best, og hann spílaði seg eisini veruliga út í hesi kappingini. Luttakararnir kappaðust tveir og tveir, og fyrst royndi Regin Vágadal seg ímóti Magnusi Samuelson. Hendan kappingin var sera jøvn, og báðir vóru nærum flúgvandi, men tá ið tann seinasti av teimum seks kaggunum, sum vigaðu 100 kilo hvør, bleiv lyftur upp á pallin, hevði Regin akkurát munin. Tíðin hjá Regini var 32,44, og fleiri av hinum luttakarunum vildu vera við, at hetta var skjótasta tíðin í heiminum nakrantíð. Joku Ahola royndi seg beint eftir teir báðar, men hann gjørdi einki við svian og føroyingin, og hóast hann segði seg hava runnið fyri lívinum, so var hann eini trý sekund aftan fyri teir báðar. Ahola segði seg als ikki skilja, at nakar kundi klára at lasta kaggarnar so skjótt, sum Regin gjørdi tað. Hendan kappingin endaði við, at Regin Vágadal vann framman fyri Magnus Samuelson og Joku Ahola, meðan Veneberg, Ólafson og Fekete endaðu í nevndari raðfylgju.


Ahola er ótrúligur

Seinasta kappingin var sokallaða Wheel Flip, har luttakararnir kappaðust tveir og tveir í at koppa einum hjóli, sum vigaði 300 kilo, átta ferðir eftir vøllinum so skjótt sum gjørligt.

Magnus Samuelson var stórfavorittur til at vinna hesa kappingina, men eisini her vísti Ahola sína styrki og vann kappingina. Seinasta kappingagreinin var skipað so, at fyrst vóru tað Veneberg og Fekete, ið royndu seg, tí teir lógu sum ávíkavist nummar seks og fimm. Síðani vóru tað Ólafson og Samuelson, sum lógu nummar fýra og trý, áðrenn oddafiskarnir royndu seg. Joku Ahola hevði undan seinastu kappingini hálvttriðja stig meiri enn Regin Vágadal, og finnin fleyg eisini avstað við hjólinum og var nærum tíggju sekund framman fyri føroyska risan. Munurin millum Ahola og Samuelson var gott hálvtannað sekund, so Regin gjørdist nummar trý í seinastu kappingargreinini.


Megnaravrik hjá Regin

Joku Ahola vann sostatt kappingina um at gerast The Atlantic Giant 1999 við 56 stigum. Regin Vágadal gjørdist nummar tvey við 51,5 stigum, og tað kann ikki sigast at vera annað enn eitt megnaravrik hjá honum at enda so ovarlaga í kappingini, millum annað framman fyri heimsins sterkasta mann, Magnus Samuelson, sum fekk 49,5 stig.

Kappingin í ár eydnaðist betur enn tann í fjør, tí tað gekk nógv skjótari fyri seg, og tað var ikki so, at áskoðararnir noyddust at bíða serliga leingi eftir luttakarunum. Somuleiðis var veðrið eisini fyrireikarunum til vildar, og tað hevur nógv at siga.

Eftir kappingina handaði býráðsformaðurin, Leivur Hansen, luttakarunum steyp og takkaði fyri, at teir vildu koma hagar at kappast.

Eingin ivi er um, at kappingin eigur at vera aftur næsta ár, tí hon er so mikið væl eydnað, og haraftrat er tað neyvan nakar annar føroyskur ítróttarmaður, ið stendur seg so væl í altjóða høpi sum Regin Vágadal.