Ukrainsk drona rakti russiskt kjarnorkuverk

- Tað vóru eingir materiellir skaðar ella persónsskaðar, sigur almenna felagið, Rosenergoatom, sum rekur verkið

Í Russlandi vita tey í dag at siga, at ein ukrainsk drona hevur rakt eitt kølitorn á russiska kjarnorkuverkinum, Novovoronezj.

 

- Tað vóru eingir materiellir skaðar ella persónsskaðar, sigur almenna felagið, Rosenergoatom, sum rekur verkið.

 

Lagt verður aftrat, at geislingarnar í økinum eru óbroyttar.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at dronan varð steðgað, eftir at hon hevði rakt eitt av kølitornunum á kjarnorkuverkinum.

 

Hvussu dronan kundi vera steðgað - eftir, at hon hevði rakt verkið, sigur søgan einki um.