Gøtumenn høvdu fyri fyrstu ferð á árinum alt fólkið tøkt sunnudagin, og tá góvu teir sterkar ábendingar um, at hóast nógvir av teimum hava vunnið fleiri meistaraheitir, so hava teir framvegis hug at spæla fótbólt og eru svangir eftir at vinna.
Hvussu langt tað fer at røkka í kappingini í ár, er fyrst og fremst ein spurningur um, um allir spælararnir fara at verða tøkir. Hópurin er sera smalur, og tað rakar ógvuliga meint, um ein ella tveir av spælarunum ikki eru tøkir.
Vunnu miðvøllin
Gøtumenn vóru trilvandi fyrstu løtuna, men so við og við arbeiddu teir seg upp, og serliga í 2. hálvleiki sótu teir á miðvøllinum. Pauli Jarnskor og Magni Jarnskor vóru so væl upplagdir, sum teir ikki hava verið fyrr í ár, og tey, sum hesar síðstu vikurnar hava tosað um, at Sámal Joensen sinniliga eru fluttur til Íslands, og at avrikini á GÍ liðnum tískil ikki eru tey, sum tey hava verið, mugu endurnýggja sína áskoðan. Landsliðsmaðurin spældi fínt, og einasta minussið á avrikinum var, at hann í púra leysari støðu mitt fyri málinum ikki megnaði at umseta flata innleggið frá Henningi Jarnskor til mál.
Bara eina lítla løtu eftir at KÍ hevði fingið hol á ? tað var í 16. minutti ? fór heimaliðið at vísa tenn, og at teir ikki javnaðu fyrrenn tað restaði eitt korter komst fyrst og fremst av, at KÍ málverjin hevði útinnt nakrar einastandandi bjargingar (at hann fekk sligið skotroynd frá púra leysum Magna Jarnskor úr stuttari fjarstøðu mitt fyri málinum burtur var ófatuligt), og at álopsmenninir vóru ikki nóg neyvir, tá teir høvdu fleiri møguleikar.
Verjuspælarar fingu bæði málini hjá GÍ. Jóan Petur Olsen stútaði langt innkast upp undir nettakið í 76. minutti, og Bartal Eliasen, hvørs høvuðssetningur annars var at taka sær av Kurt Mørkøre, skoraði sigursmálið, tá tað restaðu átta minuttir. GÍ hevði fríspark úti við hornaflaggið í høgru, og bólturin var farin framvið handara stólpanum, tá verjuskansin, ið var púra óansaður, kastaði seg fram og sendi í meskarnar.
Vóru ágangandi í eitt korter
Tað var annars lagt upp til, at mongu trúføstu áskoðararnir hjá KÍ, sum høvdu spanderað seinnapartin í Gøtu, skuldu fáa eina undirhaldandi løtu í góðveðrinum. Kí legði ágangandi fyri. Tað var týðuligt, at teir høvdu tosað nógv og leingi um, at hesa ferð skuldu bóltarnir ikki oysast fram í álopið, men at tað skuldi spælast í síðurnar, og at talan eisini skuldi vera um krossrenningar og krossbóltar.
Fyrstu løtuna komu teir fleiri ferðir ígjøgnum í borðunum, og innleggini vóru vandamikil, ikki minst tí GÍ málverjin hevði trupulleikar í luftspælinum.
Eitt lítið korter var farið, tá Kurt Mørkøre vísti sítt máltev. Arnold Joensen sneiddi tveir av og fór til baklinjuna í høgru, innleggið var flatt, og við fløtum og ikki serliga kraftmiklum skoti fangaði toppskjúttin hjá KÍ GÍ málverjan á skeiva beininum.
Og hóast tað var skjótt, at tað sást, at avrikið í verjupartinum ikki var nóg sannførandi ? ikki minst á miðvøllinum vóru stórir trupulleikar ? so hevði KÍ í minsta lagi tveir stórar møguleikar at økja um leiðsluna og harvið kanska at avgera sær til fyrimunar. Heðin á Lakjuni krúllaði tríggjar av og komin á brotsteigarmarkið mitt fyri royndi hann við høgra beini (Rógvi Jacobsen var púra leysur eitt sindur til høgru í brotsteiginum), og hina ferðina gjørdist Rógvi Jacobsen púra leysur eftir sera neyvan diagonalbólt frá Heðini á Lakjuni, men báðu ferðirnar var ov lítil saft og kraft í skotunum.
Í 2. hálvleiki royndi KÍ at umskipa, men tað tóktist lítið sannførandi, t.d. at álopskendi miðvallarin, Arnold Joensen, varð settur á vongverjan í høgru, tá tepra leiðslan skuldi verjast.
Og so fóru klaksvíkingar enn eina ferð tómhentir úr Gøtu. Áskoðararnir vóru vónbrotnir, og at spælararnir vóru ørkymlaðir kom m.a. til sjóndar, tá annars sinniligi og tryggi aftasti maðurin Jan Andreassen fimm minuttir fyri leiklok taklaði so mikið harðliga langt úti á vøllinum, at hann fekk annað gula kortið og harvið verður leikbannaður leygardagin.
GÍ-KÍ 2-1 (0-1)
0-1: Kurt Mørkøre
1-1: Jóan Petur Olsen
2-1: Bartal Eliassen
GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen, Bartal Eliassen, Jóan Petur Olsen, Alvi Justinussen, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Sámal Joensen ? Henning Jarnskor, Sasha Radosavljevic
KÍ: Stephen Boyle ? Harley Bertholdsen, Andrzej Pacek, Jan Andreassen, Marek Wierzbicki, Heðin á Lakjuni ? Arnold Joensen, Jan Joensen, John Hansen ? Kurt Mørkøre, Rógvi Jacobsen