Fyri stutum seldi Kári Muller handilin Feðgar í SMS. Ein deild av Feðgum var eisni í Klaksvík og Kári Muller sigur sjálvur, at hetta hevur verið tann støðugasta deildin. Eisni tá kreppuárini raktu, var hetta støðugasta deildin hjá Feðgum.
Kári leggur dent á, at hann altíð hevur kent seg væl í Klaksvík og at hann metir, at klaksvíkingar tóku væl ímóti havnarmanninum Kára Muller, tá hann fyri 18 árum síðani lat upp handilin Feðgar i Klaksvík.
Hetta vónar hann framhaldandi verður gongdin, nú hann hevur selt bæði handilin, navnið og handilsbygningin til klaksvíkingar.
Kári, sum altíð hevur kent seg væl móttiknan í Klaksvík, hevur nú selt klaksvíkingum handilin og og handilsbygningin. Keypararnir eru Óli Marner og Johanna Christiansen og Alice Eliasen og Petrina Hansen. Hesar báðar seinast nevndu hava seinastu mongu árini staðið fyri frálíku tænastuni í handilinum í Klaksvík.
Bæði fyrrverandi og núverandi ánarar vóna framhaldandi gott samstarv við klaksvíkingar, nú handilin er á lokalum hondum. Kári Muller letur klaksvíkingum handilin í vón um, at klaksvíkingar, um gjørligt, nú taka enn betur undir við handilinum og gera sær dælt av frálíka útboðnum.
Kári takkar klaksvíkingum fyri árini í Klaksvík, ið hann metir sum frálík ár.










